Fíggjarmarknaður
Í nýggjatu útgávuni av Útlit og Rák, skrivar Kaupthing, at felagið nú fer at seta á stovn nýtt íløgufelag. Nýggja felagið fær heitið, Lánsbrøv í DKK.
Íløgufelagið
Eitt íløgufelag er eitt felag, sum savnar kapitalinnskot frá fleiri íleggjarum, soleiðis at hesi øll fáa teir stórdriftsfyrimunir, sum annars ikki eru gjørligir uttan so, at talan er um veruliga stór innskot.
Á hendan hátt hava eisini smærri íleggjarar møguleika at koma við í eina størri eind, soleiðis at tað verður gjørligt at spjaða íløgurnar yvir fleiri sløg av virðisbrøvum, og hetta gevur so aftur tann fyrimunin, at samlaði vágin fyri íløguna gerst minni.
Minni vága
Tað er 32 ára gamli Hans Peter Clementsen, sum annars hevur verið hjá Kaupthing síðani stovnanina, ið er settur sum ognarrøkil hjá nýggja felagnum. Í starvsheitinum liggur sjálvandi tað, at hann skal viðlíkahalda og helst betra um tær ognir, sum eru í felagnum, tó at hesar ikki eru av nøkrum fysiskum slag.
Um avgerðina at stovna nýggju deildina sigur Hans Peter, at hann sær hetta sum ein náttúrlig menning av virkseminum hjá Kaupthing.
- Áðrenn Kaupthing kom á marknaðin, hevði vanligi føroyingurin sum so bert ein uppsparingarmøguleika. Hann kundi seta peningin á bók í peningastovnunum.
- Síðani er so ein nýggjur møguleiki komin við altjóða partabrøvunum, sum Kaupthing hevur fingist við, men ímillum hesar møguleikar eru so eisini lánsbrøv, og nú lata vit so eisini upp fyri hesum.
Um fyrimunirnar við at gera íløgur í lánsbrøv heldur enn partabrøv sigur Hans Peter, at størsti munurin er í váganum fyri íløguni.
- Lánsbrøv hava jú tann fyrimunin, at íleggjarin altíð er vísur í at fáa eina rentutilskriving, sum er støðug, og hóast kursurin kann sveiggja nakað, so veitir staturin trygd fyri, at tá lánsbrøvini eina ferð verða innfríað, hendir hetta til kurs 100.
- At íløgan á hendan hátt er tryggari, merkir so eisini hinvegin, at møguleikarnir fyri munandi vinningi eru nakað minni, enn teir eru við partabrøvum. Rentan á lánsbrøvum er jú fastløgd frammanundan, meðan avkastið á partabrøv eru tengd at, hvussu tað gongst einstøku fyritøkunum.
Tað er eingin loyna, at fallið á partabrævamarknaðinum hevur veirð stórt seinastu tíðina, tó at uppsvingið hevur verið sera stórt seinasta góða mánaðin.
Vit spurdu eisini Hans Peter, um hetta ikki var við til at gera lánsbrøvini meira áhugaverd.
- Tað er rætt, at partabrævamarknaðurin ikki var so góður í fjør. Amerikanski búskapurin hevði tað ikki so gott, og tí minkaðu vísitølini nógv kring heimin.
- Avleiðingin av hesum hevur so verið, at miðbankarnir báðu megin Atlantshavið hava lækkað rentuna sera nógv, og tá so er, so gerast lánsbrøvini eyka áhugaverd, tí rentan har er føst. Hyggur tú til dømis eftir peningastovnunum, so ber í dag illa til at fáa meira enn 3,6% í rentu, meðan lánsbrøv kanska geva upp ímóti 8%. Her er jú greiður munur á, hvønn vinning íleggjarin hevur.
Føroyingar venja seg
Hóast hetta við íløgufeløgunum er rættiliga nýtt í Føroyum, so tykist Hans Peter kortini at láta væl at gongdini.
- Eg haldi, at føroyingar nú eru um at venja seg við hetta slagið av íløgum. At hetta er ein nýggjur háttur at spara saman uppá, og hóast sveiggini á eitt nú partabrævamarknaðinum hava verið stór, so duga fólk eisini at síggja hetta sum eina langsiktaða íløgu.
- Tað hevur fyrst og fremst verið hetta, sum hevur skumpað undir skrásetingina av nýggja felagnum, tí vit meta sum sagt, at tørvur er eisini á hesum íløgumøguleikanum.
Nýggja íløgufelagið byrjar formliga virki sítt hin 17. desember, og fram til fríggjadin komandi kunnu íleggjarar nýtekna pening í felagnum uttan fyrisitingarkostnað av nøkrum slag. Tekningin av hesum kann fara fram bæði hjá Kaupthing Føroyar og hjá Føroya Sparikassa.