Tað er neyvan sannlíkt, at føroyska elfelagið Sev kann fara av knóranum, soleiðis uttan víðari. Men tað er kortini júst tað sum 2.000 elkundar í Norðurjyllandi hava upplivað: Teir standa til at missa 38 mió. kr. í frammanundan goldnum elrokningum, nú elfelagið Modstrøm A/S er farið á húsagang.
Modstrøm fór undir virksemi sítt í 2008 undir slagorðinum "grønur el-veitari" og keypti og beindi m.a. fyri CO2-kvotum. Harumframt bjóðaði felagið kundunum ókeypis streym um náttina, tá hann er bíligastur har, skrivar heimasíðan hjá førouska elfelagnum Sev.
Pengarnir, kundarnir eiga til góðar, kunnu ikki gjaldast út, fyrrenn trotabúgvið er gjørt upp. Men ivasamt er, um nakað yvirhøvur verður eftir til óhepnu brúkararnar. Teir standa nevniliga síðst í røðini at fáa sín part aftur.
Orsøkin til, at Modstrøm A/S letur aftur, er órógv á el-keypskálanum, skrivar Nordjyske.










