Eldri strandingar og fólk í Sjóvar Kommunu annars kunnu nú síggja fram til at sleppa at búgva í eldrasambýli á Strondum á ellisárum.
Sjóvar Kommuna er komin væl áleiðis við fyrireikingunum til eldrasambýlið, sum ætlanin er at byggja oman fyri skúlan á Stondum, sigur Tummas Johannesen, tekniskur leiðari hjá Sjóvar Kommunu.
Nýggja eldrasambýlið á Strondum er ætlað at hýsa 10 føstum búfólkum. Umframt verða tvey umlættingarpláss eisini, sigur Tummas Johannesen. Hann veit ikki endaliga prísin enn, sigur hann.
Fyrireikingararbeiðið er komið so mikið langt, at væntast kann, at spakin verður settur í ein av allar fyrstu døgunum, sigur tekniski leiðarin.
Av ørðum kommunalum stórmálum á Strondum nevnir hann kloakkarbeiðið við Sjógv, sum varð liðugt í summar. Annars er ikki nakað stórmál beinleiðis í gongd í løtuni, sigur hann.