Dart heldur fram við at vaksa í Føroyum, og nú er eitt nýtt dartfelag sett á stovn á Eiði. Talan er um Eiðis Dartfelag.
Hetta skrivar Eiðis kommuna á heimasíðu síni.
Nýggja felagið heldur til í Gulusmiðju á vinnuøkinum á keiini, og í fyrstu syftu verður vant tvær ferðir um vikuna.
Felagið hevur skipað seg í nevnd, og nevndin er mannað soleiðis:
Rani Joensen, formaður
Tummas Eli Kruse Ellingsgaard, næstformaður
Ingvar Kruse Ellingsgaard, kassameistari
Tórur Fløtt, varalimur