Nýtt Bakarí í kvøld

Í kvøld klokkan 21 verður aftur sent eitt nýtt Bakarí, sum er nýggja undirhaldssendingin á Rás1, har Jákup Veyhe er vertur. Hesaferð er nógvumtalaði rektarin á Studentaskúlanum í Hoydølum, Mikkjal Helmsdal, gestur hjá Jákupi. Somuleiðis verða Sissal Kampmann og Daniella Andreassen, sum báðar júst hava útgivið hvør sína bók, gestir í sendingini.

 

Reportarin á Bakarínum, Bárður Næs, hevur aftur hesa vikuna verið úti við mikrofonini, og í kvøld fáa vit tveir partar av satiruni við Anniku og teimum at síggja.