Nýtið rætta sveisiglasið?

Tað er ikki týdningarleyst, hvørji sveisigløs verða nýtt, skal sólin eygleiðast undir myrkingini í morgin. Minstamarkið er, at glasið hevur ein tættleika, sum er í minsta lagi 14.

Í gjár mæltu vit fólki til at nýta sveisiglas, um hugt verður eftir sólini, í sambandi við myrkingina fyrrapartin í dag. Sosialurin hevur í sambandi við hesa tilmæling, tosað við tey í Sveisihandilin í Tórshavn.


Haðani verður sagt, at tað ikki er týdningarleyst, hvørji sveisigløs verða nýtt til endamálið. Minstamarkið er, at glasið hevur ein tættleika, sum eitur 14.


Undir vanligari Mig - og Tig-sveising, verður nummar 10 nýtt, meðan farið verður upp á 12, er talan um elektrodusveising. Tískil er undir sólarmyrkingini neyðugt at verja seg við gløsum, sum eru væl svartari, enn tey, ið vanliga verða nýtt í smiðjunum.


Eyguni eru tvinni, so havið hetta í huga?