Tað vera fyrst og fremst nótaskipini, sum skulu konvertera uppsjóvarkvotur til pengar í landskassan.
Tað er greitt, nú landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lagt leistin fyri fiskiskapin eftir norðhavssild og makreli. Fiskiskapurin eftir sild og makreli verður í ár skipaður eftir somu lóggávu og kunngerð, tí í báðum føri er talan um, at Føroyar hava ásett sær eginkvotur.
Eins og í fjør, so verður lagt eitt avreiðingargjald á tvær krónur kilo á alla veiðu, sum antin verður avreidd uttanlands ella til útlendsk móðurskip. Tó so at trolarar í heimaflotanum og línuskip sleppa við avreiðingargjaldi á eina krónur kilo. Men sambært teimum skjølum, ið liggja til grund fyri leistin hjá landsstýrismanninum, verður ikki roknað við at tað stóra fer tann vegin. Yvirskipaða ætlanin við avgreiðingargjaldinum er at stýra fiskin inn á føroyska arbeiðsmarknaðin.
Afturat avreiðingargjaldinum er eitt veiðigjald, bæði á makrel og sild. Her eru tað fyrst og fremst nótaskipini, sum skulu gjalda. Veiðigjaldið er 0,75 krónur kilo á allan makrel, ið nótaskipini og ídnaðarskipini fiska. Eisini ætlar landsstýrið, at bólkurin ”trolarar við rættindum uttanfyri Føroyar” skal rinda sama veiðigjald, 0,75 krónur kilo. Hinvegin skal heimaflotin sleppa undan veiðigjaldi. Leisturin fyri sildakvotuna er tann sami, men har er veiðigjaldið 0,35 krónur kilo.
Sambært roknistykkinum hjá Fiskimálaráðnum verða tað tí nótaksipini, sum koma at rinda størsta partin av tí tilfeingisgjaldi, ið landsstýrið ætlar at krevja inn í ár. Nótaskipini skulu rinda 55 milliónir krónur í veiðigjaldi fyri makrelin og 21 milliónir í veiðigjaldi fyri sildina.
Rokningin til ídnaðarskipini er 15 milliónir fyri makrelin og smáar fimm milliónir fyri sildina.
Flakatrolarar, rækjuskip og skip við rættindum í altjóða sjógvi skulu, sambært leistinum hjá landsstýrinum, gjalda tilsamans smáar 17 milliónir í veiðigjaldi fyri makrel og sild.
Meðan heimaflotin sum nevnt sleppur undan veiðigjaldi, so roknar Fiskimálaráðið við, at trolarar og línuskip koma at landa nakað til útlendsk móðurskip, tí sambært skjølunum í málinum koma tey at rinda tilsamans fýra milliónir í avreiðingargjaldi fyri sild og makrel.
Heimaflotin
Samstundis sum veiðigjald verður lagt á bæði makrel og sild, so ásannar Fiskimálaráðið, at tað ber ikki til at krevja inn gjøld frá heimaflotanum.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið skrivar Fiskimálaráðið, at ”raksturin hjá heimaflotanum siglir í lutfalsliga tungum sjógvi. Roknskaparlig hagtøl vísa, at heimaflotin seinastu mongu árini hevur givið hall. Neyðugt er at tillaga lóggávuna samsvarandi hesum veruleika.”
Eisini ásannar Fiskimálaráðið, at heimaflotin er ikki serliga væl egnaður til uppsjóvarfiskiskap. Ráðið skrivar, at ”heimaflotin er tekniskt ikki so væl fyri í rakstrargøgnum, sæð í mun til uppsjóvarflotan. Hugsað verður serliga um, at heimaflotin upprunaliga ikki er bygdur at reka fiskiskap eftir makreli og hevur ikki somu møguleikar at goyma umborð og føra veiðuna til lands.”