Allur nótaflotin hevur ligið í longri tíð, men nú er onkur farin avstað aftur.
Tað hevur ljóðað at íslendingar og russar hava fingið sild norðanfyri, eisini hevur fitt av makreli verið at fingið, men tað eiga føroyingar so lítið av.
Fagraberg fór avstað áðrenn ólavsøku, teir hava leitað norðureftir, men hava ikki sæð tað stóra enn. Í dag eru teir staddir norður móti 72 gradun norður, har er fínasta veður, men einki at síggja. Á leiðini har Fagraberg er staddur, eru bara eitt grønlenskt og eitt russiskt skip.
Væntandi loysa hini nótaskipini fyrsta dagin.









