Hjáveiða
Undir politisku viðgerðini av fiskidøgum vístu fleiri løgtingslimir á, at neyðugt er at hava betri eftirlit við hjáveiðini hjá føroysku og útlendsku svartkjaftaskipunum, sum fiska í føroyskum sjógvi.
Møgulig hjáveiða hjá uppisjóvarskipum hevur verið ein afturvendandi spurningur, sum reistur hevur verið í politiskum høpi og millum fiskimenn, sum eru í aðrari vinnu enn teirri pelagisku.
Ein av løgtingslimunum, sum mæltu til neyvari eftirlit við hjáveiðini hjá hesum skipum, var Jóhan Dahl, formaður í vinnunevnd løgtingsins.
Í sínum tilmæli um fiskidagar helt hann, at neyðugt er at økja um eftirlitið hjá Fiskiveiðieftirlitinum, og í hesum sambandi vísti hann serliga á møguligu hjáveiðina hjá uppisjóvarskipum og fremmandum skipum í føroyskum sjógvi.
- Samstarvið millum Fiskiveiðieftirlitið og Fiskirannsóknarstovuna eigur at verða styrkt, og neyðug játtan eigur í hesum sambandi at verða fingin til vega, segði Jóhan Dahl, løgtingsmaður.
Avvísti hjáveiði
Í Sosialinum herfyri vísti ein skipari á uppisjóvarskipi á, at hjáveiða uppi í svartkjaftaveiðini hjá føroysku uppsjóvarskipunum er søga, sum hann tók til.
Skiparin á einum av okkara bestu uppisjóvarskipum segði, at føroysku skipini onga hjáveiði hava.
- Tað nógva av tí, sum gitt verður um hjáveiði hjá uppisjóvarskipum, er humbukk og tvætl. Eg vildi ynskt, at myndugleikarnir fyrst kundu funnið út av at sett eygleiðarar umborð hjá okkum, áðrenn teir sleingja um seg við pástandum – á tingi og í fjølmiðlum.
Skiparin vísti á, at ein stórur kassi kring Føroyar er bannaður fyri svartkjaftaveiði, eins og økir í ein útsynning úr Føroyum eisini eru tað.
- At kalla alt føroyska sjóøkið krevur rist í svartkjaftaveiði, og tað er slett ikki nóg væl kannað, hvønn mun henda ristin ger.
Skiparin helt, at tað er í fínasta lagi, at myndugleikarnir vilja verja og ansa eftir teimum dýraru fiskasløgunum.
- Men tað er óseriøst bara at sleingja okkurt út og mæla til krøv til uppisjóvarskip – fyri at geva ávísum monnum, ið kanska øvunda okkum í síni egnu neyð – eina tátu í munnin, sum skiparin tók til.
Eingin trupulleiki
Nú hevur so eisini felagið Nótaskip gjørt vart við hesi viðurskifti og hevur sent út tíðindaskriv í sambandi við kjakið, sum frammi hevur verið um møguliga hjáveiði hjá uppisjóvarskipum.
Felagið vísir á, at undir viðgerðini í løgtinginum av uppskotinum um áseting av fiskidøgum vóru einstakir løgtingslimir av tí fatan, at svartkjaftaveiðan hjá uppisjóvarflotanum undir Føroyum hevur beinleiðis ávirkan á støðuna hjá botnfiskastovnunum undir Føroyum. Í álitinum hjá vinnunevndini varð eisini nevnt, at landsstýrismaðurin eigur at umhugsa at áseta krav um, at uppisjóvarflotin skal halda ávísa fjarstøðu frá tí veiðu, sum fer fram á botnfiskaleiðunum eftir upsa.
- Vit vilja gera vart, at tað er ein misskiljing, tá hildið verður, at hjáveiða er ein trupulleiki í svartkjaftafiskiskapinum
Felagið Nótaskip sigur, at Fiskiveiðieftirlitið ger kanningar av hjáveiðuni hjá svartkjaftaskipunum, bæði umborð á skipunum, og tá landað verður.
- Kanningarnar seinastu árini vísa, at hjáveiðan hevur verið langt undir tey tvey prosentini, ið er mest loyvda hjáveiða sambært kunngerðini um veiðu eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi.
Kanningarnar seinastu árini hava víst, at:
• Í 2005 var miðaltalið av hjáveiðu 0,90%
• Í 2006 var miðaltalið av hjáveiðu 0,35%
• Í 2007 var miðaltalið av hjáveiðu 1,25%
Eygleiðarar umborð
Nótaskip vísir á, at Fiskiveiðieftirlitið eisini í 2008 hevur gjørt kanningar og havt eygleiðarar umborð á bæði føroyskum og russiskum skipum, og Fiskiveiðueftirlitið upplýsir, at kanningarnar góvu ikki ábendingar um ov nógva hjáveiðu.
- Tað er heldur ikki rætt, at svartkjaftafiskiskapurin órógvar upsaleiðirnar. Føroyska svartkjaftakvotan er minkað næstan niður í eina helvt, síðan strandalandakvoturnar vórðu ásettar í 2006, og í ár varð kvotan mestsum uppfiskað, áðrenn skipini nærkaðust teimum leiðum, har upsi verður fiskaður. Fiskiskapurin í ár fór mest sum allur fram í serliga økinum millum føroyskan og bretskan sjógv og á leiðini beint norðanfyri.
Felagið Nótaskip sigur seg vóna, at tær misskiljingar, sum frammi hava verið um hjáveiði hjá uppisjóvarskipum, nú eru beindar burtur.