Heldur ikki virða tey botnfrádráttin, og sjálvt 10-ára gamli skúladrongurin, sum egnir sær nakrar fáar stampar til lummapening, skal gjalda meir og meir til samhaldsfasta. Tí fer ein størri og størri villeiðing fram, tá skattalættin og gjaldið úr samhaldsfasta verða sýnd fram sum stór avrik. Ei undur í, at annars tigandi samgongulimir nú brádliga geva ljóð frá sær, nú teirra skattapolitikkur verður avdúkaður sum annað enn rósudansur fyri tey lágløntu.
Longu 23. nov. 2005 vísti eg í einum trivnaðarnevndaráliti á sosialu skeivleikarnar, og nú sjálvur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ger vart við trupulleikan, fari eg við hesum at stuðla honum í hesum sambandi. Álitið varð skrivað í sambandi við økta gjaldið í AMEG.
Ein minniluti (Bill Justinussen) vísir á, at Miðflokkurin er sera ivasamur um skattapolitisku gongdina seinastu tvey árini. Samanumtikið hevur samgongan minkað um samhaldsfestið í skattaskipanini, har meginreglan er, at tær breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar. Landsskattastigin er progressivur, meðan øll onnur skatting er proportional ella beinleiðis degressiv. Við alla aðra skatting meinast við m.a. kommunuskatt, barsilsskipan, arbeiðsloysisskipan, samhaldsfasta, vegskatt, kringvarpsgjald, oljuavgjald, sjúkrakassagjald umframt onnur avgjøld og brúkaragjøld. Fyri kommunuskatt, BAS, ALS og AMEG er galdandi, at goldið verður ávísur prosentpartur av hvørjari vunnari krónu (tó kommunuskatturin fyri tað, sum er omanfyri botnfrádráttin). Sostatt rindar bæði tann láglønti og hálønti sama prosentpart. Hóast skipanin ber heitið samhaldsfasti arbeiðsmarknaðareftirløngargrunnurin, er talan um eina minni samhaldsfasta skipan, enn fólkapensjónin er. Fólkapensjónin er fíggjað yvir landsskattin, har tann láglønti nærum ongan skatt rindar, meðan tann hálønti av síðst vunnu krónu kann rinda væl omanfyri 50%. Tó hava øll rætt til sama útgjald. Um politiska ætlanin er líðandi at lata fólkapensjónina gerast minni partur av samlaðu pensjónini, samstundis sum samhaldsfasti skal gerast ein størri partur, er talan samanlagt um eina minni samhaldsfasta skipan. Hesi gongd tekur Miðflokkurin ikki undir við og mælir landsstýrismanninum til at kanna møguleikarnar fyri at broyta skipanina við samhaldsfasta, so hon kemur at fylgja somu meginreglum sum landsskattafíggjaða fólkapensjónin, tvs. at øll hava rætt til sama útgjald, men inngjaldið verður inntøkujavnað.
Trupulleikin við proportionala skattinum er, at hann rakar tey lágløntu harðast. Botnfrádrátturin, sum er ein trygd fyri, at øll - uttan mun til inntøku – fáa tær fyrst vunnu krónurnar útgoldið skattafrítt, er ikki galdandi fyri ALS, BAS og AMEG. Fyri lágløntan persón, sum júst er byrjaður arbeiðslívið, tykist tað møtimikið at gjalda inn í eina tvungna eftirlønarskipan tey næstu 40 árini, fyri síðani at fáa ágóðan, tá pensjónsaldurin er náddur. Rokningin skal gjaldast ídag, ágóðin kemur um 40 ár. At nýta samhaldsfasta sum grundgeving fyri at veita miðal- og háløntum skattalætta er herskin biti hjá arbeiðaranum.
Miðflokkurin heldur, at landsstýrismaðurin eigur at hava hesi sjónarmiðini við, tá eftirlønarviðurskiftini verða endurskoðað. Neyðugt er at stýra soleiðis politiskt, at øll, sum koma í pensjónsaldur, hava eina góða eftirløn, men hetta verður ikki gjørligt, um tey lágløntu skulu bera sama part sum tey háløntu.