Nýta ofta ræðumyndir fyri at fáa pengar til demens

– Tað verða nógvar ræðumyndir nýttar av alzheimersjúkuni. Tær verða brúktar fyri at fáa pengar til økið. Men tað skapar eisini eina ov einstáttaða mynd av sjúkuni og ofta ógrundaða ræðslu í fólkinum fyri at fáa demens, sigur Christine E. Swane, stjóri og granskari í Ensomme Gamles Værn í Danmark

Í sambandi við alheims alzheimerdagin í seinastu viku skipaði Alzheimerfelagið fyri tiltaki í Smæruni í Havn.

Millum annað røddi Christine E. Swane, mag. art. í mentanarsociologi, ph.d, um evnið stigmatisering og demens. Hon er stjóri og granskari í grunninum Ensomme Gamles Værn í Danmark.


Ræðumyndir av demens sjúkuni

– Tað er helst neyðugt í kappingini fyri at fáa politikarar og fjølmiðlar at geva demens gætur og fyri at fáa pengar til økið, at vit eisini nýta ræðumyndir. Til dømis at lýsa søgurnar, har ung fólk eru rakt av demens. Onkur sjúklingafeløg í Danmark brúka orðið demenstsunami ella demensfarsótt fyri at undirstrika, at sjúkan, vit arbeiða við, er ógvuslig, og tá er eisini neyðugt at siga, hvussu ræðuligt tað er, sigur Christine E. Swane.
Hon vísir á, at tað eru tvær síður á myntini.

– Framsíðan er, at tú fært pengar til at menna økið, men rangan, sum fylgir við, er, at vit fáa fleiri ræðumyndir av, hvat demens sjúku. Vit gerast bangin fyri demens sjúku og síggja ikki, at tað eisini eru menniskju, ið liva væl og friðarliga við demens sjúku, sigur hon.

Hugsa áhh nei
Hon vísir á, at myndirnar, ið fólk ganga við í høvdinum, ofta ikki hava hald í veruleikanum, og hetta er ikki bara gott.

– Tað er trupult í sjálvum sær at vera raktur av demens sjúku, men tað er eisini trupult, um onnur menniskju hugsa, áhh nei. Til dømis um ein av hjúnunum verður raktur av demens, so kann tað henda, at onkrir av teirra vinum ikki longur hava hug at vera saman við teimum, tí at tey ikki vita, hvussu tey til dømis skulu tosa við ein mann, ið er raktur av demens. Hetta verður ofta gjørt, tí at fólk hava nakrar hugmyndir um, at tað er so trupult, ístaðin fyri at fylgja gongdini hjá persóninum, sigur Christine E. Swane.

– Tað kunnu eisini vera børn, ið ikki viðurkenna, at mamma ella pápi teirra hava fingið demens, og tey halda tað vera so ódámligt at hava við tey at gera, tí at tey hava hoyrt, at demens skal vera so trupult, sigur hon.

##med2##

Vera tann sum tey eru
Hon vísir á, at fólk, ið eru rakt av demens, eisini kunnu liva eitt gott lív.

– Tað er trupult, um vit viðgera fólk øðrvísi, sum hava demens. Tey hava jú eisini tørv á hjálp, umsorgan og stuðli á annan hátt. Men annars skulu tey ikki uppfatast øðrvísi enn tann Kim og Kristina, sum tey eru – tað er jú tað, ið vit øll ynskja, sigur hon.

Stigmatisering

– Trupulleikin við stigmatisering er, at vit tala generelt um tað at hava demens sjúku. Tá ið vit gera tað, síggja vit ikki longur tað einstaka menniskja, og hvussu hann ella hon liva við sjúkuni. So hava vit nakrar hugmyndir frammanundan um, hvussu trupult tað er hjá viðkomandi á ávísum økjum. Til dømis at ein missir ein persón so við og við. Men tað er ikki víst, at øll uppliva tað á hendan hátt. Um vit siga, at ein persónur spakuliga fer burtur frá okkum uttan at vera deyður, so er tað sera ræðandi. So gerst tankin um demenssjúkuna meira ræðandi enn veruleikin. Tað, haldi eg, er óheppið, sigur Christine Swane.

Hon vísti eisini á, at tað, sum er nógv frammi í dag, nevniliga at hava eitt demensvinarligt samfelag eisini kann vera við til at skapa stigmatisering. Ljós verður kastað á evnið, pengar koma inn, men ræðumyndir og steriotypar hugmyndir verða ein partur av samskiftinum um demens.

Lesið alla greinina í Sosialinum, sum kom út í gjár.