StÍF-Kyndil 23-18 (11-6)
Fyri átta døgum síðani var StÍF einsamalt botnlið í Sunset-deildini. Sigrar á fyrst VÍF og nú Kyndli hava tó broytt hetta, soleiðis at StÍF nú er tvey stig undan VÍF.
Í dag var StÍF á odda at kalla allan dystin. Kyndil megnaði so dánt at halda fast í muninum, men veruliga nærkast StÍF kundu tær ongan tíð.
Hjá StÍF skeyt Rebekka Justinussen 11 mál. Lina Andriulyte skeyt 7 mál fyri Kyndil.