Næsti chefpolitiinspektørurin skal vera føroyingur

Bíðað verður eftir at seta nýggjan chefpolitiinspektør inntil ein føroyingur er klárur

Tað verður ein føroyingur, ið skal avloysa Niels Erik Nymark Jensen sum chefpolitiinspektør í løgregluni í Føroyum. Trupulleikin er bara tann, at eingin føroyingur í løtuni hevur røttu útbúgvingina til at taka við starvinum, og tí verður starvið ikki sett fyribils. Tað upplýsir Niels Erik Nymark Jensen, chefpolitiinspektør, fyri Miðlahúsinum.


Les eisini: Niels Erik leggur frá sær 


- Starvið verður ikki lýst leyst. Í samráð við ríkisløgregluni hava vit valt at lata starvið vera ósett, men ein chefpolitiinspektørur frá Danmark skal røkja starvið til vit hava tann rætta persónin við røttu útbúgvingini.
Vit vilja senda signalið, at vit ynskja ein føroyskan løgreglumann sum chefpolitiinspektør, men viðkomandi skal eisini hava røttu útbúgvingina. Tí kemur ein fyribils loysn úr Danmark, sigur Niels Erik Nymark Jensen.


Niels Erik Nymark Jensen upplýsir fyri Miðlahúsinum, at arbeitt hevur verið við hesum, men enn er ikki komi á mál. Í fyrstu atløgu verður tað tó ein føroyingur, ið tekur við sum virkandi chefpolitiinspektør.


- Tað tíð eg havi verið her, havi eg brúkt at menna nakrar av okkara egnu at taka yvir. Vit eru ikki liðug við tí menning enn, men tað gongur rætta veg. Í fyrstu atløgu verður tað tó ein av okkara leiðarum, ið fer at virka sum chefpolitiinspektør. Tað er Jógvan Páll Joensen, sum í løtuni er virkandi varapolitiinspektør, sigur Niels Erik Nymark Jensen.


Tað hevur nevniliga verið eitt av hjartamálunum hjá fráfarandi chefpolitiinspektørinum, at leiðslan í løgregluni í Føroyum skal vera føroysk. Við danska fakblaðið Dansk Politi segði hann í 2016, at hann ynskti at næsti chefpolitiinspektørurin verður føroyingur.


- Málið og mentanin eru ein forðing, tí føroyingar eru eitt sera sjálvstøðugt fólkaslag. Tí haldi eg, at føroyska løgreglan sum frá líður eigur sjálv at megna at seta leiðarar á ovastu rók við, og ein av mínum týdningarmestu uppgávum er at fyrireika ein ella fleiri í løgregluni til at taka við mínum starvi sum chefspolitiinspektør, áðrenn sáttmáli mín gongur út í 2017, segði Niels Erik Nymark Jensen við blaðið.


Niels Erik Nymark Jensen fer úr starvi 1. august.