Næstformaðurin í nevnd Føroya Banka fer frá

Jóhannus Egholm Hansen, næstformaður í nevndini hjá Føroya Banka, hevur tikið seg úr nevnd bankans. Ósemja við Fíggingargrunnin um fleiri ymisk viðurskifti, eru orsøkin til, at Jóhannus Egholm Hansen fer frá

Í tíðindaskrivi til miðlarnar seinnapartin í gjár, boðaði Jóhannus Egholm Hansen frá, at hann hevur tikið seg úr nevnd bankans, vegna ósemju um við Fíggingargrunnin um fleiri viðurskifti í samband við einskiljingina av bankanum.
Jóhannus Egholm Hansen er advokatur og undirstjóri í børsskrásettu donsku stórfyritøkuni FLSmidth.
Hann sigur, at Fíggingargrunnurin leggur forðingar fyri, at Føroya Banki kann fremja vakstrarætlan sína, sum varð samtykt av nevnd bankans fyri hálvumøðrum ári síðani.
– Føroya Banki hevur stórliga brúk fyri meira professionellum eigur enn hann hevur, sigur Jóhannus Egholm Hansen.
– Tað er tí óheppið, at stríðið millum næstformann bankans og nevnd Fíggingargrunnsins fær hesa avleiðing so stutt undan eini skráseting av Føroya Banka á føroyska virðisbrævamarknaðinum og á danska børsinum, heldur hann.
– Hetta kann møguliga órógva einskiljingargongdina og skapa iva um vakstrarætlan bankans eftir at einskiljingin er framd. Hinvegin er tað ein natúrlig avleiðing, at tá ið ein nevndarlimur er ósamdur við tí partaeigara, hann er valdur av, tekur nevndarlimurin seg aftur, sigur nú fráfarni næstformaðurin.