Næstan útselt á jólatúrunum

Tað er, og hevur altíð verið sigur, hjá lesandi føroyingum, at sleppa sær heim til Føroya at halda jól og nýggjár. Og hóast flogfeløgini hava sett eykaflogfør inn til jóla, so sær út til at fara at vera útselt á hesum túrum til jóla

Nú nærkast jólini aftur av álvara. Tað er bert ein góður mánaði til at keypmenninir so smátt fara at pynta í sølubúðunum.

Men tað eru ikki bert keypmenninir, sum longu eru farnir at hugsa um jólini.

Lesandi føroyingar uttanlands, sum ætla sær heim til jóla, eru langt síðan farnir at hugsa um jól og ferðaseðlar, og tey sum enn ikki hava gjørt tað, eru í vanda fyri at liggja sjóvarfallið av sær.

Heri Niclasen, marknaðarleiðari hjá Atlantsflog sigur við Sosialin, at tað er við at gerast trongligt á teimum best umtóktu fráferðunum beint undan jólum og beint eftir nýggjár.

Men hann leggur afturat , at tað ikki er útselt enn.

? Vit hava sama tal av eykatúrum, sum vit høvdu í fjør og tað talið passaði rættuliga væl. Tí hava vit ikki sæð nakra orsøk til at broyta tað.

? Tað vilja altíð verða fløskuhálsar av tí at øll helst vilja sleppa heim og avstað aftur nakrar heilt ávísar túrar. og hesir fløskuhálsar koma altíð at verða har, sigur hann.

Tíðarskeiðini hann tosar um eru dagarnir beint fyri jól og beint eftir nýggjar, tá øll skulu av aftur landinum.


Ferðafólkatalið

á leið tað sama

Heri Niclasen heldur ikki, at tað er so stór framgongd í ferðafólkatalinum sammett við í fjør.

? Eftir bíleggingunum at døma, so er ferðafólkatalið tað sama sum í fjør og tí fer talið av eykatúrum at passa tá tað til stykkis kemur.

Seinastu tvey árini hevur Atlantsflog gjørt eykatúrar til Danmarkar og til Bergen og hesir túrar verða aftur á skránni í ár.

Harafturímóti verður eingin eykatúrur gjørdur á Skotlandsfarleiðini og orsøkin er heilt einføld tann, at tað verður ikki mett, at tørvur er á tí.

Til Bergen verður bert tann eini túrurin gjørdur og eftir ferðafólkatalinum at døma, so er tað eisini nóg mikið.


Mærsk ger

eisini eykatúrar

Sum kunnugt, so er ikki bert tað eina flogfelagið á Føroyaleiðini. Danska flogfelagið Mærsk flýgur, sum kunnugt eisini hendavegin og eisini teir gera eykatúrar til Føroya.

Av Flogfelagnum verður sagt, at tað gongur skjótt at selja ferðaseðlar til jólatúrarnar.

Marita Danielsen sigur, at eykatúrarnir, sum skulu setast inn, eru settir inn og tað koma neyvan fleiri.

? Jólasølan hjá okkum byrjar longu á Ólavssøku, meðan tey lesandi eru heima í summarfrí, so vit hava longu verði í gongd í eina tíð, sigur hon.

? Nú er tað serliga ta eina vikuskiftið, sum fólk vilja sleppa heim og tí skunda tey sær ofta at keypa ferðaseðil í góðari tíð.

Men tað er enn vón hjá teimum ferðandi. Tey bæði Marita og Heri eru samd um at heita á tey, sum ætla sær heim at halda jól, um at skunda sær.

? Tí, jú fyrr tú keypir ferðaseðil, jú størri møguleika hevur tú at sleppa júst tann dagin tú ætlar tær, siga tey