Næstan eitt FCK lið á skaðalistanum

Sunnudagin spældi meistaraliðið ógvuliga væl, men síðsta korterið kortsluttaði hjá teimum, og so fór AGF, sum er komið fram á fjórða plássið, úr Parkini við øllum stigunum

SUPERLIGAN

Brøndby er oddalið í superliguni, og leiðslan er meiri sannførandi nú, enn hon var undan vikuskiftinum. Leygardagin hevði Brøndby vitjan av Viborg, sum var næstovast. Heimaliðið hevði leikliga yvirvág, men gestirnir vardu væl, og teir høvdu eisini onkrar góðar møguleikar, sum teir misnýttu.
Brøndby hevði nógvar góðar málmøguleikar, men Viborg málverjin, Jesper Christiansen, stóð stinnur. Tí var tað serliga meint hjá honum, at stór villa málverjuvilla var orsøkin til sigursmálið hjá Brøndby. Svenski Johan Elmander, sum kom til Brøndby í summar, og sum ikki undan hesum dystinum hevði skorað mál, royndi seg úti frá, og Viborg málverjin misti bóltin afturum seg og í málið.
FCM flutti fram á næstovasta plássið. Teir vunnu 1-0 á heimavølli móti Herfølge, sum er dygst omanfyri niðurflytingar strikuna. Mohammed Zidan var sum ikki eina ferð málskjútti hjá FCM. Eftir dystarlok var nógv tosað og skrivað um sjónleikaraevnini hjá egyptiska álopsspælaranum hjá FCM. Hann var orsøkin til, at ein av miðverjunum hjá Herfølge miðskeiðis í 2. hálvleiki varð rikin av vøllinum. Summi vildu vera við, at tað var av órøttum. Men ikki øll vóru av hesi áskoðan.
AGF fór úr Parkini við øllum stigunum. Í 1. hálvleiki spældi FCK gestirnar sundur og saman, men teir fingu einki mál. Hjalte Bo Nørregaard legði miðskeiðis í 2. hálvleiki FCK framum við rimmar langskoti, og so tóktist tað skula koppa tann vegin, sum tað varð roknað við. Men AGF spílaði seg út síðsta korterið, og teir vunnu 3-2. Tað kom illa við hjá FCK.
Lagið í FCK er einki serligt. Umframt Toda Jónsson eru átta aðrar spælarar á skaðalistanum. Millum hesar eru álosspælararnir Zuma og Álvaro, og Peter Møller var leikbannaður sunnudagin og er tað eisini næstu ferð.
OB smurdi FCN av 7-1. Nú er FCN niðast. Hjá OB skoraði Steffen Højer fýra mál. Hann skoraði trý mikukvøldið og hevur sostatt í tveimum umførum skorað sjey mál. Hetta er tað sama talið, sum Ebbe Sand rakk, tá ið hann í 1997 setti met í superliguni. Fyri Brøndby skoraði hann sjey mál í tveimum dystum.
Randers slapp fyri fyrstu ferð, síðani teir fluttu upp, av aftasta plássinum, tá ið teir á heimavølli vunnu 4-0 móti Silkeborg. Silkeborg er dygst omanfyri niðurflytingar strikuna.
Hjá Esbjerg gongur tað einki serligt. Hesa ferð høvdu teir vitjan av AaB, sum spældi framúr væl og fór norður aftur eftir meginlandinum við 3-2 sigri.