Næstan 60.000 kubanar eru í fongsli

Fyri fyrstu ferð í mong ár hava myndugleikarnir í Kuba avdúkað, hvussu mong fólk eru í landsins fongslum. Tað er Gramma, blaðið hjá stýrinum í Havanna, sum kemur við talinum.

-Fleiri umvælingar og ábøtur eru gjørdar í fongslunum fyri at bøta um viðurskiftini hjá teimum 57.337 fangunum, skrivar blaðið og leggur afturat, at meiri enn 23.000 av fangunum hava arbeiði og fáa løn fyri tað. Tað stendur ikki, hvussu stór lønin er.

Ein av teimum størstu mannarættindafelagsskapunum í Kuba hevur fyrr mett, at millum 70.000 og 80.000 fólk eru í landsins fongslum, og at teirra millum eru umleið 50 politiskir fangar.

Í mong ár hava teir kubansku myndugleikarnir sýtt fyri at gera eftir altjóða áheitanum um at bøta um viðurskiftini í fongslunum, og stjórnin hevur eisini sýtt Reyða Krossi at kanna umstøðurnar hjá fangunum.