Virksemið hjá næstan 500 føroyskum fyritøkum, er í vanda fyri at verða steðgað.
Hetta eru fyritøkur, sum ikki hava latið roknskapin inn til tíðina.
Freistin at lata roknskapirnir inn til Skrásetingina var 1. juli.
Tilsamans eru slakar 3000 fyritøkur í landinum, sum hava skyldu at lata roknskap inn, men tá ið freistin fór, manglaði Skráseting Føroya roknskapin frá heili 965 virkjum og fyritøkum, sigur Kristin Balle, fulltrúi á Skrásetingini.
Sostatt er tað ein heilur triðingur av føroyskum virkjum og fyritøkum, sum ikki lata roknskapin inn til tíðina.
- Tað er heilt nógv, tað er kortini, sum tað plagar at vera, staðfestir fulltrúin í Skrásetingini.
Kristin Balle sigur, at síðani eru fleiri roknskapir lætnir inn afturat, men framvegis manglar roknskapurin frá 486 fyritøkum og virkjum.
Skrásetingin hevur heimildin at senda virki og fyritøkur, sum ikki lótu roknskapin inn til tíðina, í skiftirættin, har tey so verða avtikin
Kristin Balle sigur, at beint tá ið freistin fór tann 1. juli, fingu fyritøkurnar eina áminning og nú fer aftur ein áminning til tær fyritøkur, sum enn mangla.
Men eru roknskapirnir framvegis ikki komnir tá ið nakað er farið av august mánað, verða fyritøkurnar sendar í skiftirlttin til at verða avtiknar.
Hetta er ein heimild, Skrásetingin hevur brúkt á hvørjum ári.
- Hvørt ár hava vit avtikið frá knøppum 100 til einar 130 fyritøkur um árið av tí at roknskapirnir ikki verða hava verið lætnir inn.
Hon sigur, at talan er um alt slag av fyritøkum.
- Tær flestu eru smáar, men onkrar stórar eru eisini ímillum, sigur Kristin Balle.








