Næsta ár er ongin aling eftir í Suðuroy

?Fær Faroe Farming ikki aliloyvi fyrrenn næsta ár, er alt liðugt. Støðan hjá alivinnuni Suðuroy er eitt dømi um, hvussu óheppið tað er, at politikarar skulu umsita alivinnuna, sigur Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa

Aliloyvi

? Næsta ár er ongin aling eftir í Suðuroy.
Fær nýggja alifelagið í Suðuroy ikki aliloyvi, fyrrenn næsta át, ivast Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa, ikki í, hvørjar avleiðingar, tað fer at fáa.
Ongin hevur so nógvan pening í klemmu í alivinnuni í Suðuroynni sum Føroya Sparikassi og Sparikassin er eisini við í nýggja felagnum, Faroe Farming, sum varð sett á stovn at endurreisa alivinnuna í Suðuroy, eftir at alt virksemið hjá Hera Hjelm helt uppat fyrr í ár.
Men ein fortreyt fyri, at Faroe Farming skuldi yvirtaka alingina, var, at aliloyvið hjá felagnum hjá Hera Hjelm, verður flutt yvir á nýggja felagið.
Fær nýggja felagið ikki aliloyvið, fellur avtalan um at yvirtaka alingina, burtur.
Men nú er óvist, hvussu verður við við aliloyvinum.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, er tann, sum skal flyta aliloyvið yvir til nýggja felagið.
Men nú nýval er útskrivað, er Landsstýrið ikki annað enn ein starvsstjórn, sum ikki skal gera annað enn tað, sum er heilt neyðugt fyri at tað almenna kann halda sínar skyldur og samfelagið kann mala runt.
Tí ivast hann í, um hann yvirhøvur hevur heimild til at flyta aliloyvið yvir til nýggja felagið, soleiðis sum politiska støðan er í løtuni.
Hann ætlaði sær at ansa sera væl eftir, at avgerðin, sum hann tekur, byggir á greiðar heimildir og tí skuldi málið kannast út í æsir, áðrenn hann tók eina støðu.
Men verður niðurstøðan, at hann ikki hevur heimild at flyta aliloyvið yvir til nýggja felagið, soleiðis sum politiska støðan er, verður tað ikki, fyrrenn ein nýggj samgonga er skipað eftir løgtingsvalið 20. januar, at málið kann avgreiðast. Sostatt verður tað í fyrsta lagið í vár, at støða kann takast til aliloyvið til nýggja felagið.

Lúka allar treytir
Men hetta ber slett ikki til, sigur Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa.
Hann sigur, at verður málið ikki avgreitt, fyrrenn komandi ár, er tað allarmest sannlíkt, at tá verður eingin aling er eftir í Suðuroynni
? Støðan, sum alingin í Suðuroynni er komin í, er besta dømi um, hvussu stórur trupulleiki tað er, at vit hava eina skipan, har tað eru politikarar, sum skulu gera av, hvør skal hava aliloyvi og, hvør ikki skal fáa.
?Hetta er tað sama sum, at tað skuldi verið ein politiskur spurningur, hvør skuldi fingið koyrikort, sigur Marner Jacobsen.
Hann sigur, at politikarar skulu skapa karmar.
? Men tá ið treytirnar í lógini eru gingnar á møti, skuldi tað av røttum bara verið ein avgreiðsluspurningur at flutt aliloyvið yvir til tað nýggja felagið.
Marner Jacobsen sigur, at í alilógini eru tríggjar høvuðstreytir fyri at fáa eitt aliloyvi.
? Fyrsta treytin er, at tveir triðingar av peninginum skal verða føroyskur.
? Í hesum føri er allur partapeningurin føroyskur.
Onnur treytin er, at talan skal vera um fólk, sum hava skil fyri aling.
? Í hesum føri er talan um royndar alarar.
Triðja treytin er, at felagið skal felagið skal vera knýtt at lokaløkinum.
? Tað er tað sanniliga eisini í hesum føri.
?Táið allar tríggjar treytirnar eru gignar á møti, skuldi tað ikki verið annað at fingið aliloyvið avgreitt.
? Vit hava nakrar treytir í alilógini . Samstundis hava vit krúvað eina loysn saman fyri alivinnuna í Suðuroy, sum gongur øllum treytum á møti eitt hundrað prosent, og tí átti tað ikki at verið nakar trupulleiki.

Eitt gott prógv
Marner Jacobsen sigur, at støðan, sum alivinnan í Suðuroy er komin í, er fullgott prógv fyri, hvussu óheppin og ónøktandi skipanin er, sum vit hava, har tað eru politikarar, sum skulu útskriva aliloyvi og fiskiloyvi.
?Hetta er ein skipan, sum vinnulívið ikki kann liva við.
Stjórin í Føroya Sparikassa sigur, at sjalvsagt skulu politikarar seta treytirnar, men tá ið treytirnar eru gingnar á møti, skuldi restin verið ein umsitingarligur spurningur.
?Akkurát sum tá ið ein tekur koyrikort. Fyri at fáa koyrikort skulu nakrar treytir lúkast. Men tann, sum lýkur treytirnar, fær koyrikort. Tað er ikki ein politiskur spunringur, men ein umsitingarligur spurningur burturav.
? Tað er sigur seg sjálvt, at tað er nakað spinnandi galið við eini skipan, har eitt nýval kann avgera, um eitt aliloyvi verður útskrivað, ella ikki.
Marner Jacobsen sigur, at hetta er eitt vandamál, sum skuldi at verið eitt tað fyrsta, sum tað nývalda Løgtingið átti at farið í holt við.
Bjarni Djurholm hevur sagt, at tað sum fer at verða gjørt í hesum føri, fer at skapa fordømi fyri framtíðina, tí hetta er fyrstu ferð, at aliloyvi verða flutt á henda hátt.
Men tað dugir sparikassastjórin ikki at síggja.
? Tá ið kreppan var, vórðu nógv aliloyvi flutt, so eg dugi ikki at síggja nakað nýtt í hesum.