Heilsukanning
Hjartafelagið fer í næstum undir sítt árliga tiltak við tilboði til fólk at blíva kannað. Hesaferð hevur felagið valt miðstaðarøkið, og verður tiltakið í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í døgunum 21. og 22. januar 2005.
Fríggjadagin 21. januar kl. 14 til 19 og leygardagin 22. januar kl. 10 til 17 verður ?opið hús? í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, har fáa fólk høvi at máta sitt kolesterol, blóðtrýst, blóðsukur, hædd og vekt. Ymiskt upplýsandi tilfar er at fáa, og kostráðgevi og onnur heilsustarvsfólk eru tilstaðar at vegleiða um fyribyrging av hjartasjúku. Eitt spurnarblað við 4 einfaldum spurningum verður fylt út.
Hjartafelagið hevur seinastu 17 árini havt tiltøk ymsastaðni í Føroyum, har hildið verður fyrilestrar og fólk fáa høvi til at blíva kannað. Hesi árini eru fleiri enn 5000 fólk kannaði.
Í nevndini í felagnum í dag sita Sólvá Dam, formaður, Marita A. Magnussen, kassameistari, Ása Poulsen, skrivari, Esmi Olsen, Heðin Thomsen, Leivur Johannesen og Holger Hansen.