Nú skal Havnin út at súkkla. Tórshavnar kommuna eggjar øllum sínum borgarum at koma oman á Vaglið seinnapartin fríggjadagin og saman súkla út á Argjaboða og aftur á Perlutorgið.
Hetta er liður í átakinum FERÐAST GRØNT, sum Tórshavnar kommuna hevur staðið fyri. FERÐAST GRØNT hevur skipað fyri tiltøkum kring bleyta ferðslu í ár.
- Endabresturin á ársins átaki verður fríggjadagin 22. september, tá ið vit FERÐAST GRØNT og skipa fyri Hjólvelting saman við Føroya náttúru- og umhvørvisfelag og Fólkaheilsuráðnum, skrivar kommunan.
Øll sløg av hjólum er hjartaliga vælkomin oman á Vaglið fríggjadagin kl 16:00. Hjólveltingin fer síðan út á Argjaboða og aftur á Perlutorgið har FERÐAST GRØNT bjóðar til eina hugnaliga løtu við tónleiki og einum lættum bita afturvið.
Íblásturin til hjólveltingina, sum tiltakið rópast, stavar frá franska hugtakinum La vélorution, sum er eitt orðaspæl millum velo, sum merkir súkkla, og révolution, sum merkir kollvelting. Talan er um eina rørslu, sum eggjar fólki til at brúka bleytu ferðsluhættirnar og at fremja sosialar og grønar broytingar í samfelagnum.










