FERÐAVINNA
Føroyska ferðavinnan ætlar at gera sær dælt av nýggja bólkinum hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti. Hetta hava teir í fleiri førum gjørt púra greitt.
Partar av ferðavinnuni, eitt nú Atlantic Airways og Smyril Line, hava saman við Ferðaráð Føroya skipað ein áhugabólk, sum hevur til endamáls at marknaðarføra Føroyar og føroyska ferðavinnu í sambandi við dystirnar hjá landsliðnum.
Miðjað verður eftir týskarum, skotum og íslendingum. Tað verður sum so einki gjørt við Litava.
?Vit fara eftir marknaðunum í Týsklandi, Ísland og Skotlandi, tí hetta eru marknaðir, har vit fyri ein part longu gera okkum galdandi, og her kunnu vit eisini vónandi skapa ein meiráhuga, sigur Sissal Kristiansen.
Hon er sett í hálvtíðarstarv at taka sær av hesari kampagnuni í sambandi við landsdystinar. Uppgávan hjá henni er at koma við hugskotum, skipa fyri og at føra alt út í lívið. Hon hevur samband við tey ymsu fótbóltssambondini og onnur, ið hava við fyriskipan av dystinum at gera.
Hon letur annars væl at úrtøkuni móti Skotlandi, og her verður ikki hugsað um úrslitið av dystinum.
?Eg haldi, at vit megnaðu at skapa eina ógvuliga positiva mynd av Føroyum, sigur Sissal.
Tað eru tó ikki fótbóltsáskoðarar, sum samtakið leggur seg eftir at fáa hendanvegin. Sissal hevur sjálv ferðast ógvuliga nógv runt við útlendskum journalistum, ið umboð fyri tað nógva størri fjølmiðlar av øllum slag.
Teir skulu so skriva um Føroyar, og hetta skal skapa umtalu. Higartil hava afturmeldingar verið ógvuliga góðar, sigur Sissal. Ætlanin er at fólk flest í teimum londunum skulu fáa eyguni upp fyri Føroyum.
Frá Atlantic Airways verður upplýst, at nógv hava ferðast millum Skotland og Føroyar. Størsti parturin av hesum vóru oljuarbeiðarar í fjør, men eisini fleiri privat ferðast. Í sambandi við dystin ferðaðust eini sekshundrað skotar við Atlantic Airways. Harav ferðaðust fleiri ein rættiligan umveg fyri at koma til okkaru átjan oyggjar.
VIP
Sum nevnt verður ikki nógv gjørt burturúr Litava, men í Týsklandi harafturímóti verður nógv gjørt burturúr.
Flestum kunnugt skal Rúni Brattaberg syngja føroyska tjóðsangin solo á vøllinum í Hannover. Hetta er als ikki vanligt í fótbólti, men føroyska ferðavinnusamtakið ivaðist ikki, og týska Fótbóltssambandið vildi fegið loyvi føroyingum hetta.
?Tað er ógvuliga ummráðandi, at vit tora at vísa, at vit eru nakað. Vit hava okkara egna land og egna mentan, og vit mugu nýta hendan sýnisgluggan, sigur Sissal Kristiansen.
Í sambandi við dystin móti Týsklandi komandi mikudag verður eisini skipað fyri einari reseptión, har ymiskt føroyskt verður sýnt, eitt nú føroysk klædnapløgg.
Talan verður um eitt slag av einum VIP-tiltakið, har fínir gestir støkka inn á gólvið. Til øll londini er faldari eisini gjørdur um Føroyar.
Konsertir
Tá føroyska landsliðið komandi ár fer til Íslands og til Skotlands at leika, so er ætlanin at skipa fyri konsertum við føroyskum bólkum og einstaklingum. Væntandi verða tað Eivør Pállsdóttir og Brandur Enni, men hetta er ikki endalig greitt enn.
Sissal Kristiansen sigur, at tey royna at fáa mest burturúr øllum dystunum á heima- og útivølli.
Talan er um eina stóra verkætlan, ið føroysk ferðavinna hevur sett í verk í sambandi við dystirnar, men vónirnar eru góðar um, at hetta fer at løna seg.