Nýskipanir skulu fyrireika Grønland til 21. øld

Tey næstu árini fara teir politisku myndugleikarnir í Grønlandi at fremja fleiri nýskipanir á ymsum økjum. Málið er at fyrireika samfelagið til altjóða pallin og framtíðina

Gongst, sum landsstýrissamgongan ætlar, skulu grønlendingar fyrireika seg til nýskipanir á pensjónsøkinum, íbúðarøkinum og skattaøkinum.

Í fyrsta umfari fer landsstýrið at hyggja at skattaskipanini. Maliina Abelsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur við KNR, at málið er at lækka skattin á arbeiðsinntøkum eitt prosent.

-Tað skal loysa seg hjá fólki at fara til arbeiðis heldur enn at fáa almannaveitingar, og sum er loysir tað seg tíverri ikki. Við at lækka skattin á arbeiðsinntøkum gera vit tað meiri áhugavert hjá fólki at fara til arbeiðis, sigur Maliina Abelsen. Hon vísir á, at Grønland hevur flatan skattabygnað, og tí fer ein lætti í inntøkuskattinum at raka sosialt skeivt, men at tað skal rættast, so skattanýskipanin verður sosialt rættvís.

-Her kunnu rentufrádráttur, skattur av kapitalvinningi og teir góðu avskrivingarmøguleikarnir hjá vinnulívinum hjálpa við til at tryggja rættvísið, sigur Maliine Abelsen við kringvarpið í Nuuk. Hon sigur, at samgongan fer at leggja seg eftir at fáa breiða undirtøku fyri nýskipanunum og at kunna borgararnar um tær broytingar, sum koma at ávirka teirra gerandisdag.

Maliine Abelsen sigur, at samanumtikið skulu politikararnir finna eina milliard krónur um árið hetta til 2040 fyri at fáa endarnar at røkka saman, og ætlanin er ikki at brúka pengar frá einari møguligari oljuvinnu. Teir skulu í tilfeingisgrunnin, og tann avgerðin verður ikki broytt, sigur hon.