Nýskipanaruppskotið - Nýggjar tíðir?

Sambandsflokkurin kom ikki serliga heppisliga frá uppskoti sínum um at halda eina vegleiðandi fólkaatkvøðu um samráðingargrundarlagið fyri nýggjari føroyskari stjórnarskipan.

Undir fyrstu viðger, tann 21. oktober, skeyt flokkurin upp, at henda fólkaatkvøða skuldi verað 7. desember, ella einar 14 dagar eftir, at løgtingið hevði avgreitt málið við 3. viðgerð.

Undir fyrstu viðger varð víst á, at hetta var eitt høpisleysa stutt skotbrá at geva føroyska veljaranum, og samsvarandi hesum skeyt so flokkurin upp at flyta dagin til 25. januar ár 2000. Hetta var so ein serlig útgáva av ár 2000 trupulleikanum, tí eftir hesum skulu vit hava eina fólkaatkvøðu um eitt samráðingargrundarlag, samstundis sum vit koma at sita mitt í samráðingunum við danir.

Hetta er eitt ókent fyribrigdi í øllum heiminum, og fyri at fáa sannført sambandsflokkin um at so var, so kallaði uttanlandsnevndin serfrøðingar inn at lýsa málið nærri.

Hesir søgdu í notati, sum varð hjálagt álitinum frá uttanlandsnevndini, at teir høvdu einki dømi funnið um, at byrjað varð við eini fólkaatkvøðu, soleiðis at vegleiðandi fólkaatkvøða varð hildin undan samráðingunum um ein sáttmála.

Í øðrum lagi søgdu teir, og at vanlig donsk fatan var, at ein fólkaatkvøða bert kundi fremjast sum ein ja/nei atkvøða og ikki sum ein atkvøða, har valkosturin var at taka dagar millum tvey ymisk uppskot, so sum sambandsflokkurin skeyt upp.

Og í triðja lagi - sum niðurstøðu - søgdu teir, at einki dømi fanst um, at ein vegleiðandi fólkaatkvøða varð hildin, áðrenn samráðingarnar um ein sáttmála vóru framdar.

Her fekk so sambandsflokkurin og ?Nýggju tíðir? hansara tríggjar nevar beint framman á.

Fyrst ein undir vangan, sum segði, at skilaleyst var at lata fólkið atkvøða um eitt mál, sum tað ikki kendi.

Síðani ein undir hin vangan, sum segði, at uppskotið ikki var borðbart, reint tekniskt.

Og endiliga ein upp undir høkuna, sum segði, at einki dømi fanst nakrastaðni í heiminum um, at ein vegleiðandi fólkaatkvøða varð hildin, áðrenn samráðingarnar um ein sáttmála vóru framdar.

Nú vildu øll hildið, at uppskotsstillarin tók upplýsingarnar, sum hann sjálvur í nevndararbeiðnum hevur fingið til vega og kunnað løgtingið um, til eftirtektar, og tók málið aftur, men so var ikki.

Í staðin fyri kom uppskotsstillarin aftur á føtur, og broytti uppskotið soleiðis, at vit nú skuldu halda hesa meiningsleysu, tekniskt høpisleysu og í altjóða rætti ókendu fólkaatkvøðu mitt í samráðingartilgongdini við danir.

?Nýggjar Tíðir,? sigur sambandsflokkurin seg vilja hava í føroyskum politikki, og her verður so sanniliga boðað frá nýggjum tíðum.

Í einum øðrum notati til løgtingið var ein grein - partur av einum festriti hjá danska fólkatinginum um donsku grundlógina - sum Jákup Torsteinsson, dr. phil., og Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur, hava skrivað - um tær formellu løgfrøðiligu reglurnar um broytingar av føroysku stýrisskipanini.

Har var ein lýsing av, hvør tað var, sum hevði neyðugu heimildirnar til at avtaka ella broyta heimastýrislógirnar - tað einu, sum er lýst at galda í Danmark, og hina, sum er lýst at galda í Føroyum, og um tað vóru nøkur formel krøv um, hvussu møguligar broytingar skuldu fara fram.

Har skiltist týðiliga, at tann danska útgávan av heimastýrislógini, sum var viðtikin av ríkisdegnum og staðfest av kongi, kundi avtakast við lóg, og at føroyska eintakið samsvarandi varð avtikið við løgtingslóg og kunngjørt av løgmanni.

Ongastaðni sást, at faklitteratururin styðjaði seg til at halda fólkaatkvøðu um hetta mál, einfalt tí at tað ikki var rættarliga neyðugt ella bindandi. Faklitteratururin ella serfrøðin - hvørki burturi ella heima ? umrøddi so als ikki møguleikan fyri at halda fólkaatkvøður, tí at ein veljarakanning eina ávísa løtu bar brá av tí.

Tílíkar hugsanir hoyra ikki heima í stýrisskipanarligum samanhangi nakra aðrastaðni í heiminum, men finnast bert í útgávuni av nýskipanaruppskotinum hjá tí føroyska sambandsflokkinum, og sum ein heilt breiður meiriluti av uttanlandsnendini tók frástøðu frá.

Sjálvandi verður ein fólkaatkvøða um samráðingarúrslitið, tá ið tað fyriliggur. Hetta er ikki neyðugt, rættarliga sæð, men tann hugburð hevur samgongan, tað hava vit lovað Føroya fólki, og tað lyftið standa vit sjálvandi við.

Í sjálvari fullveldistilgongdini kennir meirilutin í uttanlandanevndini seg tryggan við, at tað verður fólkið, sum fær endaliga orðið, og higartil eru allar royndir at ørkymla hesa gongdu leið fingnar av vegnum eins og hendan royndin hjá sambandsflokkinum varð sópað av vegnum, tá ið løgtingið feldi hana tórsdagin.


Hergeir Nielsen