Nú skal SEV koyrast í tvey

Úrslitið verður, at streymurin verður bíligari og grønari

Nú skal SEV skiljast sundur í tvey. Tað hevur Løgtingið samtykt fyri eini løtu síðani. Og tað varð samtykt við stórum meiriluta, tí 27 tinglimir atkvøddu fyri og bara ein atkvøddi ímóti.

 

Tað er Sambandsflokkurin, sum hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið, og tað man vera rárasta hending, at eitt uppskot frá eini andstøðu verður samtykt í so stórum meiriluta. Men endamálið er at fáa gongd á at menna grønar orkuskipanir av álvara. Men skal tað eydnast halda tey, at tað neyðugt at sjálvt el-netið kring landið verður lagt í eitt felag fyri seg, soleiðis at tey, sum vilja, kunnu sleppa at gera streym og selja hann inn á netið.

 

Tey leggja dent á, at endamálið er ikki at enskilja SEV, tí SEV skal framvegis hava el-netið, og SEV skal framvegis tryggja, at hvør krókur í landinum fær streym. Men netið skal bara leggjast í eitt felag fyri seg, fyri at fáa greitt gjøgnumskygni í, hvat tað kostar at framleiða streym, og, hvat el-netið kostar at reka.

 

Hetta er at kalla sama skipan sum er galdandi á samskiftisøkinum, har netið er í einum felag fyri seg, samstundis sum at fleiri feløg kappast um at veita telefon- og internettænastur.

 

Tey halda eisini, at verður el-netið lagt í eitt felag fyri seg, kunnu fleiri bjóða seg fram at gera streym, og tað fer at elva til kapping, sum aftur fer at føra til lægri prísir.

 

Tí hevur Løgtingið nú samtykt at heita á Landsstýrið um at gera eina frágreiðing um, hvussu netið hjá SEV kann verða skilt frá framleiðsluni, og síðani skal hendan frágreiðingin aftur leggjast fyri Løgtingið, sum so skal taka støðu til tað.