Danska stjórnin vil aftur broyta próvtalsstigan, sum sambært nýggjum eftirmetingum ikki er nøktandi. Í vár ætlar danska stjórnin at hava ein nýggjan stiga. Ein umfatandi eftirmeting gjørd í Danmark av tí próvtalsstiga, sum skúlanæmingar í Danmark og Føroyum verða mettir eftir vísir, at stigin ikki fær góðan karakter.
Tvørturímóti hevur sokallaði sjeytrinsstigin, sum kom í staðin fyri 13-talsstigan í 2006/2007, so stórar veikleikar, at danska stjórnin ætlar at gera broytingar í stiganum. Útbúgvingar- og granskringarmálaráðharrin Tommy Ahler og undirvísingarmálaráðnum Merete Riisager siga við Ritzau, at eitt nýtt uppskot verður klárt í vár.
- Vit skulu ikki hava ein heilt nýggjan stiga, men vit mugu gera upp við ein skala, sum fokuserar ov nógv upp á mistøk, og har tað eru ov stór lop millum próvtølini. Stigin skal kunna brúkast meira neyvt og kunna løna óvanliga góðar førleikar, sigur Tommy Ahlers við Ritzau.
Ein umfatandi eftirmeting av stiganum vísir, at hann riggar, tá man samanber við altjóða stigar, men samstundis eru fleiri manglar. Tað snýr seg millum annað um, at tað er ov stórt lop millum próvtølini 4, 7 og 10.
- Próvtølini eru so breið, at tey skulu rúma fleiri ymisk støði. Og um próvdómararnir eru í iva, hava teir lyndi til at velja millum tvey tey hæstu próvtølini, fyri ikki at revsa næmingarnar, siga lærdu háskúlarnir millum annað í eftirmetingunum. Tað skrivar Ritzau.
Tað kann viðføra, at færri enn væntað fáa próvtalið 4. Samstundis fáa fleiri enn væntað próvtalið 12. Meðan tað á lærdu háskúlunum vórðu 13 prosent 12 tøl givin í 2007, vóru tað 18 prosent 12 tøl í 2016. Samstundis sakna lærararnir ein stiga, sum kann geva serliga gott próvtal til tey, sum skara framúr.
- Tað skal vera møguligt at geva eyka gott próvtal til næmingar, sum ikki bara gera sítt arbeiði feilfrítt, men í veruleikanum gera tað betri enn perfekt og koma við onkrum eyka, sigur Merete Riisager við Ritzau. Hon heldur, at júst tað próvtalið manglar. Tað, sum fyrr var 13.
Tí fara fleiri serfrøðingar komandi tíðina at leita fram ein stiga, sum kann sammetast við aðrar altjóða stigar, men sum samstundis kann geva próvtal til teir næmingar, sum skara framúr.
/ritzau/










