Nú skal nýggjur studentaskúli byggjast í Suðuroynni.
Tað er greitt, nú Landsstýrið er farið at raðfesta íløgurnar tey komandi árini.
Íløgur skulu gerast á nógvum ymsum økjum.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á landsstýrismanninum í skúlamálum. Men ein tingmaður úr Suðuroy, sum stendur hon nær, Hergeir Nielsen, sigur at á undirvísingarøkinum er tað gjørt av, at ein nýggjur studentaskúli í Suðuroy skal raðfestast heilt frammi í oddinum.
Fíggjarlógin fyri 2000 er við at verða liðug.
Men nýggi studentaskúlin í Suðuroynni er raðfestur so mikið frammaliga, at avtalað er at seta pening av á fíggjarlógini fyri 2001.
Enn ber ikki til at fara í smálutir við skúlanum.
Men tosað verður um eina íløgu uppá 20 milliónir, ella gott tað, til studentaskúlan í Suðuroynni.
Tað er ikki staðfest, hvar ætlanin er at byggja.
Ein gomul lóg er sum sigur, at miðnámsskúli í Suðuroynni skal byggjast í Hovi.
Men spurningurin er, um hendan lógin er bindandi longur.
Eitt líknandi dømi er nýggja heilsuútbúgvingin. Eftir eini gamlari lóg skuldi hann vera í Vágum.
Men lógfrøðingar siga, at løgtingið er ikki longur bundið av hesi lógini.
Tískil er skúlin nú fluttur til Havnar í sambandi við sjúkrasystraskúlan.
Í Suðuroynni eru íløgur longu gjørdar í skúlahøli í Vági.
Og nú verður eisini hildið at vera mest sannlíkt, at nýggi studentaskúlin verður bygdur í Vági í framhaldi av skúlanum, sum longu er.
Í álitinum um framtíðar skúlapolitikk, sum varð lagt fram týsdagin, sigur landsstýrismaðurin í skúlamálum, Signar á Brúnni, at hann heldur, at hvat miðnámsútbúgvingum viðvíkur, átti landið at verðið býtt sundur í øki.
Landsstýrismaðurin sigur, at skulu vit fáa skapt eitt veruligt skúlaumhvørvið, er tað neyðugt at samskipa skúlarnar so at teir fáa møguleika at menna seg, bæði bæði innan egið øki og tvørturum skúlaslag.
? Tí er neyðugt at skipa skúlarnar í økispartar t.d. soleiðis at fólkaskúlarnir, sum ikki hava framhaldsdeild, í størri mun verða samskipaðir rundanum skúlar, sum hava framhaldsdeild. Á miðnámsskúlaøkinum kundu økini verið Norðoyggjar/Eysturoyggin, Miðstaðarøkið og Suðuroyggin, heldur hann
Umskiftiliga lagnu
Miðnámsskúlin í Suðuroynni hevur havt eina umskiftiliga lagnu síðani hann byrjaði mitt í sjeytiárunum.
Og hendan skúlasøgan í Suðuroynni er besta dømi um, hvat ósemja ímillum norðaru og syðru helvt í Suðuroynni hevur ført til.
Semja fekst ongantíð ílag um, antin miðnámssskúlin skuldi verða í Vági ella á Tvøroyri.
Tískil hevur hann knógvað undir eini fyribils loysn nú í 25 ár.
? Í fyrstuni byrjaði skúlin sostatt sum ein HF útbúgving bæði í Vági og á Tvøroyri.
Síðani varð hann fluttur til Vágs, har hann fekk høli í fólkaskúlanum.
Eitt skifti vóru eisini bæði fiskivinnuútbúgving, FHS og HH í Suðuroy, afturat HF- og studentaskúla
Seinni var so tað gamla posthúsið umbygt til skúla og uppaftur seinni, eisini gamla kommunuskrivstovan. Og nú er bara sjálur studentaskúlin eftir
Sostatt hevur skúlin húsast í trimum húsum. Og alt hetta hevur verið so darvandi fyri skúlgongdina, at hølistrupulleikarnir hava verið eitt trúliga afturvendandi evni í røðuni hjá skúlaleiðaranum til tær nýklaktu pisurnar á hvørjum einasta ári. Men nú er tað so mangt sum bendir á, at nú má hann skjótt finna sær uppá okkurt annað at tosa um......
Gleðilig tíðindi
Leiðarin á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Ole Laursen, goymir ikki útyvir, at hetta eru gleðilig tíðindi fyri hann.
? Hølisviðurskiftini eru sera daravandi fyri skúlagongdina. Vit húsast í løtuni í trimum húsum, harav tað eina stendur at rapa.
Hann sigur, at skúlaleiðslan í Suðuroy hevur javnan og víst myndugleikarnar á tær vánaligu umstøðurnar.
Men higartil er so onki hent: Tí er tað bara at fegnast um, at broyting kemur í.