Nú skal múrurin byggjast

Komandi daganar væntast Donald Trump at útskriva fleiri sokallaði “executive orders”, ið er beinleiðis ordri frá forsetanum til ymiskar felagsskapir og stovnar, ið hoyra undir landsins leiðslu.

 

Millum annað ætlar Donald Trump at avmarka innflyting til USA úr sjey londum úr Afrika og Miðeystrið, íroknað Sýra, Yemen og Irak. Hann segði fleiri ferðir undir valstríðnum, at hann hevði ætlanir um at gera slík átøk og nú sær út til, at hann koyrir hetta ígjøgnum.

 

Eisini tiltikni múrurin millum Meksiko og USA skal byggjast. Tað vórðu nógv spurnartekin sett við múrin, sum Donald Trump ætlaði at Meksiko skuldi rinda fyri, men í gjár skrivaði hann á Twitter, at dagurin í dag skal millum annað brúkast til at finna útav hvussu múrurin kann gerast.