Nú skal KÍ standa royndina

Við ella ikki. Tað tykist vera spurningurin, sum bæði TB og KÍ skulu svara sunnudagin

Upptakt

Tað líkist einum intensum dysti í Klaksvík sunnudagin, tá KÍ tekur ímóti TB.
Flestum kunnugt, so hevur gongdin hjá KÍ verið alt annað enn nøktandi fyri klaksvíkingar í ár, men seinasta vikuskiftið var kanska snúningspunktið í so máta. Sigurin á ÍF gav í øllum førum nakað av luft, og skulu vónirnar um heiðursmerki hava lív lagað, so er neyðugt við trimum stigum afturat sunnudagin.
Og tað kann roknast við, at talan verður um sama fólkið, sum fer á vøllin hesaferð. Einasti spælarin, sum ikki var tøkur ta ferðina, varr Eyðun Klakstein, sum er úti við keiktum fótliði, og hann verður so ikki tøkur fyrstu vikurnar.
Hjá TB tykist støðan við fólki vera heilt góð. Boðini av Sevmýri eru, at Alexandar Jovevic nú eisini er um at koma fyri seg, eftir at hann hevur verið plágaður av vøddaskaðum, og so er spurningurin, hvussu Milan Milanovic finnur rúm fyri honum á miðvøllinum.
Og fyri Oddbjørn Joensen verður talan um endurtøku av styrkisroyndini, sum hann hevði í fyrstu uppgávu síni fyri KÍ. Tá spældu klaksvíkingar málleysan javnleik á Sevmýri, og tí eru útlitini fyri stigum kanska ikki heilt eingi sunnudagin.