Nú skal gongd á vatnútflutning

Tað er ríkiligt av vatni og ísi í Grønlandi, men tað er lítið av útflutningi av slíkum.

Tað er ríkiligt av vatni og ísi í Grønlandi, men tað er lítið av útflutningi av slíkum. Sjálvt um tað í nógv ár hevur verið arbeitt við útflutningi, er enn lítið blivið av útflutningsævintýrinum.

 

Men, nú skal skumpast undir fyri at fáa gongd á, sigur grønlendski vinnumálaráðharrin, Aqqalu Jerimiassen, sum hevur svarað einum fyrispurningi um hesi viðurskifti í grønlendska landstinginum.

 

Saman við GEUS hevur verið arbeitt við at staðseta tey øki, har løtt atgongd er til at tappa vatn, og har vatn rennur í stórum nøgdum.

 

- Mátingar hjá GEUS verða kunngjørdar í útboðsumførum, har allir potentiellir umsøkjarar kunnu fáa atgongd til upplýsingarnar samstundis, sigur Aqqalu Jerimiassen.