Nú skal ein og hvør ikki longur sleppa at vera duravørur

Nú skulu krøv setast til duravørar á skeinkistøðum og í dansihølum

Nú skal tað ikki longur bera til hjá einum og hvørjum at verða duravørur á skeinkistøðum og dansihølum.

Tað er endamálið við eini nýggjari kunngerð, sum Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, ætlar at seta í gildi í næstum .

Í dag verða eingi krøv sett til duravørar og løgreglan hevur gjørt myndugleikunum greitt, at ein avleiðing av tí er, at persónar, sum eru dømdir fyri álvarsom brotsverk, og sum eru kendir úr narko-umhvørvinum, ella ella eru settir í sambandi við anabolskar steroidir, hava virkað sum duravørar.

 Les meiri um tað her: Sleppa at vera duravørðar hóast teir eru dømdir fyri harðskap

 Men nú skulu krøv setast til tey, sum eru duravørar, og eitt krav er, at tey skulu hava prógv í fyrstuhjálp og prógv í at nýta alla vanliga eldsløkkingarútgerð.

Duravørar skulu eisini vátta, at teir er kunnugir við reglurnar í matstovulógina, um rúsdrekkalógina ogpolitiviðtøkurnar.

Men undantøk kunnu gerast frá reglunum í ávísum førum, tí í mesta lagi í eitt ár.

Duravørar skulu eisini hava arbeiðsklæðir, har tað týðiliga sæst, at viðkomandi er duravørur, eitt nú við at prenta orðið “Duravørður” á klæðini.

– Tann, ið setur duravørð í starv, hevur ábygd av at tryggja, at duravørðurin kennir rýmingarleiðirnar og dugir at brúka alla eldsløkkingarútgerð á staðnum, stendur í kunngerðini.

Tað stendur eisini, at duravørðar skulu, meðan teir eru til arbeiðis, hava samleikaprógv uppi á sær og vera teir bidnir um at vísa tað, skulu teir gera tað, bæði tá ið gestir og myndugleikar biðja um tað.