Nú skal ein nevnd finna útav um hesar báðar eru tingmenn

Ein nevnd skal nú setast at fáa greiði á um kvinnur, sum sita á løgtingi og landsstýrið, framvegis skulu vera tingmenn og landstýrismenn

Nú skal ein nevnd finna útav um hesar báðar eru tingmenn

 

Eitt umboð fyri hvønn flokk skal nú í eina nevnd at fáa greiði á um vinnurnar, sum sita á løgtingi, framvegis skulu vera tingmenn

Tað fer at ganga ein tíð, áðrenn vit fáa greiði á um tær kvinnur, sum sita á Løgtingið, frramhaldandi skulu vera tingmenn, ella um tær skulu vera tingkvinnur.

Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum, og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, hava lagt uppskot fyri Løgtingið um broyta tey heitini á teimum, sum sita á Løgtingi og í landsstýri.

Formliga eita øll løgtingsmenn, eisini hóast talan er um kvinnur, og formliga eita øll landsstýrismenn, eisini hóast talan er um eina kvinnu, sum situr í landsstýrinum.

Í dagligari talu vera kvinnur í Løgtinginum kortini nevndar løgtingskvinnur og kvinnur í landsstýrinum verða nevndar landsstýriskvinnur.

Og nú vilja tær báðar tingkvinnurnar broyta stýrisskipanarlógina, soleiðis at heitini eisini verða formliga broytt, soleiðis at tær verða nevndar løgtingskvinna og landsstýriskvinna.

Tá ið Løgtingið viðgjørdi málið, varð ein meting, at tað er best at allir flokkar eru við í hesi viðgerini og tí varð skotið upp at velja eina serliga nevnd til endamálið.

Og í morgun samtykti ein stórur partur av Løgtinginum at ein nevnd, við umboðum úr øllum flokkum, skal setast at viðgera málið.

Tá ið slíkar nevndir verða settar, hevur tað mangan verið so, at teir størri flokkarnir fáa tvey umboð í nevndina, og eier smáu flokkarnir fáa hvør sítt umboð í nevndina.

Men um tað verður so í hesum føri, ella um flokkarnir bara skulu hava hvør sítt umboð, er ikki avgjørt um. Tað skal Løgtingsformaðurin tosa við flokkarnar um.

Men á næsta løgtingsfundi verður tað so greitt, hvør skal umboða hvønn flokkin í hesi nevndini.

Annars vildi Løgmaður hava eina nevnd at viðgera stýrisskipanina sum heild, tí nú er hon longu 26 ára gomul og hann heldur, at hon eigur at verða lagað til tær broytingar, sum eru í samfelagnum – og har heldur hann, at heitini á teimum, sum eru á Løgtingi og í landsstýri, eiga at vera ein spurningur, sum skal takast upp í hesum sambandi.

Men tað verður so ikki í hesum viðfangi og nevndin, sum nú verður sett, kann bara viðgera hetta ítøkiliga uppskotið, og ikki onnur viðurskifti í stýrisskipanarlógini.

Ingilín Didriksen Strøm hevur ført fram, at skal ein nevnd setast at viðgera alla stýrisskipanarlógina, verður hon aldrin liðug, og so dettur hetta niður fyr. Tí vildi hon hava Løgtingið at viðgera hetta ítøkiliga málið fyri seg. Og tað er nettupp tað, sum nú fer at henda.