Nú skal bøtast um umstøðurnar í Hvalbiartunlinum.
Tað hevur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, váttað fyri Løgtinginum.
Sirið Stenberg, tingkvinna, spurdi hann, hvørjar ætlanir eru at bøta um umstøðurnar í tunlinum.
Landsstýrismaðurin sigur, at verkætlan er gjørd at dagføra Kollafjarðartunnilin og Leirvíkstunnilin.
Somuleiðis verður arbeiðið at bøta um Hvalbiartunnilin liðugt í ár.
Tað arbeiðið umfatar at gera betri møtiplás, rýmingarljós, útgerð at sløkkja eld við og samband til fartelefon.
Annars staðfestir Kári P. Højgaard, at alt ov lítið av peningi verður játtað til at halda vegir og tunlar við og tí er nógv forsømt, sum nú liggur á láni og skal takast inn aftur.