Mánadagin byrjar útivikan, tá fólk fara út at røra seg. Árið er kostár, og eitt av kostráðunum er, at vit skulu røra okkum í minsta lagi ein hálvan tíma um dagin.
Útivikan hevur vundið meira upp á seg seinnu árini, har arbeiðspláss, stovnar, kommunur, miðlar, ja, stórt sæð øll hava tikið undir við henni og hava gjørt nógv burturúr. Somuleiðis fara øll fólk at ganga og røra seg enn meira, enn tey vanliga gera í Útivikuni 2011. Í ár er jú eisini kostár, og eitt av kostráðunum er: rør teg minst 30 minuttir um dagin. Tískil fara øll fólk at ganga til arbeiðis, til handils, í skúla ? har tey annars koyra bil.
Útivikan byrjar mánadag 23. mai, og mikudagur 25. mai er fyrsti summardagur, so passandi kunnu vit siga, at summarið byrjar við Útivikuni.
Øll kenna fyrimunirnar av at seta bilin og at ganga og harvið røra seg. Betri heilsa, betri lag og fyri fyritøkur: glaðari starvsfólk og færri sjúkradagar. Hetta er ein liður í at gera tað lættari hjá fólki at velja bilin frá. Um onnur gera tað, so kunnu vit eisini. Tað, at øll seta fokus á rørslu samstundis, ger tað lættari hjá tí einstaka at taka stigið ? og ganga.
? Ætlandi skulu ØLL vera við í hesum tiltaki: ung sum gomul, tey, ið hava stutt til arbeiðis, tey, ið hava langt til arbeiðis og eisini tey, ið koma av bygd, kunnu annaðhvørt taka bussin ella seta bilin langt frá arbeiðsplássinum og síðani ganga. Ætlanin er eisini, at fyrsta dagin í Útivikuni, tá gott veður er, fara øll til gongu uppá eitt fjall, sigur Fólkaheilsuráðið.
? Vónandi koma allar fyritøkur í Føroyum at luttaka og royna at eggja sínum starvsfólki til at seta bilin og heldur fara til gongu. Eisini stovnar, skúlar og kommunur verða biðin um at taka Útivikuna til sín og t.d. skipa fyri kappingum, útferðum ella onkrum heilt øðrum - tit avgera púra sjálvi, hvussu tit leggja útivikuna til rættis, sigur Fólkaheilsuráðið.
Inni á heimsíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum, www.folkaheilsa.fo, ber m.a. til at síggja tey átta kostráðini, umframt góð hugskot til heilsugóðar matpakkar.
Fólkaheilsuráðið vil við hesum heita á øll um at taka undir við hesum tiltaki.
Hetta er sjálvsagt eitt sjálvboðið tiltak... men best er, um øll taka lut, sigur ráðið, sum leggur afturat:
- So 23. til 29. mai seta vit bilin og ganga!