Tað skal nógv venda heilt øðrvísi, enn tað ger nú, tá ið kappingin verður liðug, um FC Hoyvík ikki skal enda aftast í næstbestu deildini. FC Hoyvík hevur spælt 22 dystir og AB hevur spælt 21 dystir.
Tíðliga seinnapartin var FC Hoyvík á Argjum, har tað endaði við 1-0 heimasigri. Sigurin ber við sær, at AB nú hevur 16 stig og er seks stig frammanfyri FC Hoyvík. Nógv bendir tó á, at AB fer at flyta niður saman við FC Hoyvík, tí tað eru níggju stig fram til KÍ og B36, og alt bendir á, at tvey lið fara at flyta upp úr 2. deild.
Einasta málið á Argjum skoraði Bartal S. Petersen, sum nú hevur skorað fimm mál og í dag var málskjútti annan dystin á rað.
Málið varð skorað longu í níggjunda minutti, og Bjarni Skála átti uppleggið.
Tølini siga, at AB var greitt omaná. AB hevði seks royndir á og 18 við síðuna av mótstøðumálinum, meðan FC Hoyvík hevði tríggjar royndir á og sjey við síðuna av AB málinum.
Um eina viku fær FC Hoyvík vitjan av HB, og AB fær vitjan av B36.