Nærri tjóðskaparliga frælsinum

Hvat fer Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, at gera nýggjársaftan?

- Vit bæði, kona mín Kristina og børnini, halda altíð nýggjár her í heiminum á Reynatúgvu á Sandi - sum oftast saman við restini av familjuni og vinum.

Hann sigur, at grannalagið, børn og vaksin, rokast við at gera bál og onkuntíð eisini kyndlar.

- Sjálvsagt hava vit eisini okkurt gómagott at eta og drekka, meðan vit hugna okkum rundan um bálið.

Páll á Reynatúgvu sigur, at tey keypa nakað av fýrverki, men bálið er tað, sum fyllir mest nýggjársaftan.

- So, her verður hugni í grannalagnum, leggur hann aftrat.

Løgtingsmaðurin vísir á, at nýggjárslyftið er fyrst og fremst ein gleði um, at eg saman við familjuni aftur upplivi at fara inn í eitt nýtt ár.

- Men árið, sum liggur fyri framman, er eisini ein áminning um, at pápi og beiggi mín fóru frá okkum alt ov ungir.

Páll á Reynatúgvu sigur, at hann altíð setir sær sum mál í einum nýggjum ári at gera tað, hann er mentur til tess at flyta landið nærri tjóðskaparliga frælsinum.

- Eg vóni sjálvandi eisini, at skarin av føroyingum, sum eisini ynskja tað, fer at fjølgast í nýggja árinum, sigur løgtingsmaðurin.