Nærri Norðurkorea

Amerikanska verjumálaráðið hevur gjørt av at senda 24 bumbuflogfør og fleiri hermenn til leiðirnar í vestara parti av Kyrrahavinum. Endamálið er at styrkja tær amerikansku herdeildirnar, sum hava støð í Suðurkorea.
Amerikanska avgerðin er tikin, eftir at fýra norðurkoreansk jagaraflogfør steðgaðu einum amerikanskum kanningarflogfari yvir Japanska Havinum seinasta sunnudag. Amerikanarar siga, at kanningarflogfarið var 225 kilometrar frá norðurkoreansku strondini, og at eitt av teimum norðurkoreansku flogførunum var minni enn 20 metrar frá kanningarflogfarinum.
Stjórnin í Washington skýrir framferðina hjá norðurkoreansku flogførunum skilaleysa. Amerikanararnir siga eisini, at norðurkoreanska tiltakið var fyrireikað, tí vanliga flúgva norðurkoreansk stríðsflogfør ikki so langt úr landi.