POLITIKKUR
Á 50 ára ársfundi Norðurlandaráðsins í Helsingfors í døgunum 28.-31. oktober varð ynski um sjálvstøðugan føroyskan limaskap sett fram.
Verandi samgonga hevur sett sær hetta sum mál í samgonguskjalinum.
Landsstýrismaðurin í Norðurlandamálum er Høgni Hoydal. Hann sigur, at allir teir føroysku luttakararnir vóru samdir um at taka málið um sjálvstøðugan føroyska limaskap. Soleiðis varð ynski havt á lofti á øllum stiðum á fundinum. Eisini løgmaður, á fundi við stjórnarleiðararnar, bar fram føroyska ynski.
?Tað hevur eydnast okkum at fáa málið á dagsskránna. Vit skulu kanska ikki hava alt ov stórar vónir, men gongdin er positiv, sigur Høgni Hoydal.
Landsstýrismaðurin sigur, at málið nú er sent víðari til samstarvsráðharrarnar hjá teimum ymsu londunum. Ætlanin er, at hesir skulu á fund hin 16. desember at tosa nærri m.a. sjálvstøðugan føroyskan limaskap.
Sjálvstøðugur limaskapur merkir eisini, at Føroyar skulu gjalda sín part sjálvi í Norðurlandaráðnum. Sambært Høgna Hoydal verður tað talan um eina upphædd, sum liggur ímillum eina og tvær milliónir.
Ikki nokk við tí, at føroyingar og aðrir partar av Útnorði ynskja sjálvstøðugan limaskap. Eisini er ætlanin at økja um samstarvið við onnur lond enn bert Norðurlond.
?Norðurlond mugu samstarva við onnur lond eisini. Hetta hevur higartil verið gjørt við at samstarva við Russland, Baltikum osfr., men vit vilja eisini samstarva við okkara grannar í Útnorði, sigur Høgni Hoydal.
Her talan um lond sum Skotland, Hetland, Hibridurnar og partar av Kanadiska økinum. Hesin spurningurin skal eisini viðgerðast.
Danmark eingin trupulleiki
Bæði Høgni Hoydal og løgmaður, Anfinn Kallsberg, fegnast um hugburðin hjá Danmørk, tá tað viðvíkur sjálvstøðugum føroyskum limaskapi.
?Danmark hevur ikki verið nakar trupulleiki. Heldur hevur tað verið trupult at yvirbevíst lond sum Svøríki og Finnlandi og partvíst eisini Norra, sigur Høgni Hoydal.
Í sambandi við Norra hevur tað serliga verið spurningurin um sámarnar, sum hevur steðgað teimum at vísa fullan stuðul fyri føroyska ynskinum.
?Tað, sum hevði verið ynskiligt, var, um vit kundi komu við einum uppskoti til næsta fundin hjá Norðurlandaráðnum, sigur Høgni Hoydal.