Fiskivinna
Tá ið Næraberg fór úr Føroyum til Noregs, varð ivi reistur um, hvørt skipið, sum hevur verið ein partur av okkara fiskiflota seinastu fýra árini, mundi fara at koma higar til lands aftur.
Men nú er eingin ivi longur um hetta, tí ein av komandi døgunum stevnir risatrolarin aftur úr Noregi til Føroya.
Hanus Hansen, stjóri á JFK-Troli, sigur, at Næraberg fer at halda fram við somu vinnu sum higartil.
- Dentur verður lagdur á surimi-framleiðslu úr svartkjafti, umframt at skipið eisini plagar at hava nakað av mjøli, farsi og butterfly-fløkum.
Betri vøra
Stjórin á JFK-Troli sigur, at í Noregi eru ábøtur framdar á skipið, umframt at betringar eru gjørdar á verksmiðjuni, soleiðis at dygdin á surimi-vøruni kann gerast betur.
- Seinast, tá ið broytingar vórðu gjørdar á verksmiðjuni, var tað í fyrsta lagi við tí fyri eyga at fáa meira burtur úr hvørjum kilo av fiski. Hesaferð verður so roynt at gera vøruna uppaftur reinari og betri, soleiðis at betri prísur kann fáast fyri hana.
Hanus Hansen sigur, at prísirnir á surimi úr svartkjafti hava verið alt ov lágir, men eru nú uppeftir gangandi.
- Vit vóna, at betringarnar av framleiðsluni og prísrákið annars fara at gera, at vit fáa meira fyri surimi-vøruna.
Hann sigur, at størstu marknaðarlondini í løtuni eru Japan og Frakland, men eisini onnur lond, eitt nú Spania og eystursjóvarlondini, eru í ein ávísan mun farin at keypa surimi úr svartkjafti.
Long leið
Tað eru bara tvey skip í øllum heiminum, sum gera surimi burtur úr svartkjafti. Tað eru Næraberg og ein franskur trolari.
Í Suðurameriku eru eisini nøkur skip, sum gera surimi úr fiski, ið minnir um svartkjaft, og eisini her hevur kendi norski ríkmaðurin, Kjeld-Inge Røkke, sum er maðurin aftanfyri Næraberg, nøkur áhugamál.
Hanus Hansen er fegin um, at norðmenn hava sýnt projektinum við Nærabergi so stóran áhuga, hóast raksturin hesi árini hevur givið hall.
- Hetta hevur verið eitt kostnaðarmikið projekt, men við góðum vilja úr Noregi eru vit komin har til, sum vit eru.
Hann vísir á, at nøgdirnar av surimi eru stórar, og tí kann ein bati í prísinum gera, at raksturin verður meira lønandi enn higartil.
- Tað er avgerandi fyri okkum, hvussu prísirnir á surimi úr svartkjafti verða. Tí verður nú roynt at gera vøruna uppaftur betur, og vit vóna, at hetta fer at síggjast aftur í prísinum og rakstrinum av skipinum, sigur stjórin á JFK-Troli, Hanus Hansen.