Fiskivinna
Næraberg hevur gjørt enn ein túr. Hesaferð hevur skipið verið á sildaveiði í altjóða sjógvi norðanfyri. Teir fiskaðu av pólskari kvotu og vóru hendan túrin undir pólskum flaggi. Á skipssíðuni stóð ikki Næraberg, men Patricia, sum er navnið, ið brúkt hevur verið hendan túrin, nú nationaliteturin var ein annar.
Slakur túrur
Jákup Sólstein, sum starvast hjá JFK-Troli, sigur, at hetta var ein heldur slakur túrur hjá skipinum. Teir hava 610 tons av sildafløkum og 90 tons av sildamjøli.
- Næraberg hevur verið burtur í fýra vikur. Í byrjanini av túrinum var fiskiskapur slakur; síðan var hampiligt at fáa, til nú teir seinastu tveir dagarnar, áðrenn teir góvust at fiska.
Við Nærabergi hendan túrin hava verið einir 10 póllendingar umframt føroyska manningin.
Jákup sigur, at Næraberg fiskaði av eini pólskari kvotu í altjóða sjógvi, sum er uppá 1500 tons av rundari sild.
Spurdur, hvussu eitt tílíkt flaggskifti kemur í lag, sigur hann, at hetta eru avtalur, sum føroysk feløg gera við pólsk feløg, ið tey samstarva við.
- Hetta eru møguleikar, vit hava, sum byggja á samstarv millum feløg í londunum báðum ? og uttan um politisku myndugleikarnar.
Hann sigur, at slíkt samstarv kann vera hent, tá ið brúk er fyri tí.
Tá ið Næraberg er liðugur at leggja veiðina upp í Klaksvík, fer skipið aftur á svartkjaftaveiði í føroyskum og íslendskum sjógvi, og tá verður tað aftur undir føroyskum flaggi.
Sjúrðaberg eisini
undir pólskum flaggi
Jákup Sólstein sigur, at trolarin Sjúrðaberg hjá JFK-Troli eisini hevur gjørt tveir túrar við Svalbard undir pólskum flaggi. Teir fiskaðu av kvotu, sum póllendingar eiga har uppi.
- Tann fyrra túrin høvdu teir 490 tons av avhøvdaðum og frystum fiski; hesin túrurin var liðugur í mai. Á seinna túrinum rakk pólska kvotan til 180 tons av avhøvdaðum fiski, men Sjúrðarberg helt fram at fiska av føroyskari kvotu og hevur nú umleið 420 tons inni.
Jákup Sólstein sigur, at treytin fyri at kunna fiska av pólskari kvotu og undir pólskum flaggi, er, at skipari og maskinsjefur eru póllendingar.
- Annars siglir føroyska manningin undir somu treytum, sum um skipið var undir føroyskum flaggi, sigur hann.