Nær ætla vit at síggja veruleikan í eyguni?

 og viðgera sjúklingin - tað føroyska samfelagið, spyrj Johan Dahl, løgtingsmaður Sambandsfloksins

Johan Dahl, løgtingsmaður

Vit hoyra dag og dagliga tosið um, hvussu vit skulu menna hetta samfelagið við nýggjum sonevndum vitanartungum vinnum.
Fyri mær sær tú út sum um tað verður slongt um seg við fínum flosklum og háfloygdum ætlanum, sum uttan eina neyva ætlan og strategi um, hvussu hesi mál skulu náast, neyvan verða annað enn flosklar.
Vit halda áfram við at útflyta okkara ungdóm, men eru farin í coma, tá tað snýr seg um, hvussu og hvat vit skulu gera fyri at fáa tey heimaftur eftir lokna útbúgving.
Vit hava snøgt sagt ikki arbeiði til tey.
Fakfólk mugu inn í myndina fyri neyvt at fáa sett út í kortið, hvat vit í heila tikið kunnu gera her  hvat er møguligt, fáa hugsanirnar/dreymarnar niður á eitt jarðbundið støði og so fara eftir og fokusera upp á tær verkætlanir, sum eru møguligar at útinna í verki og seta tær á skinnarar

Granskingin
Eisini innan hetta økið verður tosað nógv, granskingin er vorðið eitt slag av gandaorðið - um vit bert kunnu granska, ja so sýnist sum eru allir trupulleikar loystir.
Misskiljið meg ikki, - áhaldandi útbúgving er umráðandi, tað at granska er umráðandi, men vit mugu eisini har síggja í eyguni, at skal nakað ítøkiligt gerast, so mugu vit seta pening av á okkara fíggjarlóg nógv ár fram í tíðina, kanska einar 30-50 mio um árið fyri at tað yvirhøvur skal muna nakað og fyri yvirhøvur at fáa nakran at koma aftur hendan vegin at granska.
Vit mugu allarfyrst eisini her finna út av, hvørjum vit skulu granska í??? Hevði tað ikki verið upp á sítt pláss eisini her at latið veruligu fakfólkini greitt okkum frá, hvat mest áhugavert er at granska í?
- og eisini hvat innan nøkur ár kundi blivið eitt gott ískoyti til samfelagið Føroyar.
Hvat við Fiskivinnuni og tí áhaldandi konsentratiónini og flytingini av loyvum frá útsettum økjum?
Útjaðarin hevur eisini fingið ein trupulleika, tí um vit yvirhøvur skulu hugsa okkum at hava eina fiskivinnu á landi, so er eisini neyðugt at hava skip og rávøru til at virka.
Vit hava sæð gjøgnum seinastu árini, hvussu fiskiloyvir og skip orsakað av umsetiligheit, eru seld úr útjaðaraøkjum uttan at arðir í økjunum hava havt ein livandi tjans til at keypt hesi skip og loyvir.
Peningakonsentratiónin er ikki tilstaðar í hesum økjum, og skipini enda í Klaksvík, Eysturoynni og Streymoynni.
Tað er neyðugt at endurskoða skipanina sum er galdandi  ongantíð ov skjótt  um tað ikki verður gjørt, so stendur politiski mynduleikin innan 1-2 ár við einum ovurstórum trupulleika í útjaðaraøkjunum Sandoynni, Suðuroynni og Vágoynni, sum er størri enn kanska møguligt er at loysa  hetta bert tí, at vit av gomlum vana ikki fara í holt við at viðgera sjúklingin og royna at grøða hann fyrrenn kanska ov seint er.
Hyggið eftir søguni  hyggi eftir 50unum, 60unum 70unum og ikki at gloyma 80unum so síggja tit, at vit eru væl á veg aftur í 80ini.
Lat okkum viðgera sjúklingin, meðan enn er tíð til tess  diagnosuna kenna vit allir.
Tað er spurningurin um at tora at taka støðu, tá neyðugt er og at tora at spyrja betur vitandi til ráðs.
Vágur 25.01.2006.