Nær skiftir føroyska haran lit?

Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, hevur sett myndatól upp við fýra harusetur

Nær skiftir føroyska haran lit frá tí hvíta vetrarbúnanum til tann brúnliga summarbúnan? Tað er endamálið við nýggjum kanningum, Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, við stórum áhuga fyri haru, nú er farin undir.

 

Í tí sambandi hevur hann sett myndatól upp frammanfyri fýra harusetur í einum haga í Kollafirði. Myndatólini vórðu sett upp 21. apríl, og eru stillað soleiðis, at tá ið okkurt rørir seg framman fyri harusetrunum, verður ein mynd tikin. Á myndini verður skrásett nær myndin er tikin, og soleiðis ber til at skráseta hvussu haran sær út, og nær tær eru virknar.

Og lívfrøðingurin er komin eftir, at tað er um mánaðarskiftið apríl, mai, at haran skiftir lit.

 

- Ongar nágreiniliga kanningar eru tó gjørdar av hesum litskiftinum hjá føroysku haruni, hvørki nær tað byrjar, ella yvir hvussu leingi, haran hevur um at skifta lit, sigur hann.

 

Ætlanin er at myndatólini skulu standa frammanfyri harusetrunum til síðst í mai, og so skuldi borið til at mett um, hvussu stórur partur av kroppinum hevur ávikavist tann gráa og tann brúna litin teir ymisku dagarnar.

 

Eyðfinn Magnussen sigur, at hendan kanningin er ein partur av eini verkætlani, sum byrjaði síðsta heyst, tá ið harulívfrøðingurin, Mafalda Ferreira, úr Portugal, var í Føroyum og tók royndir av harunum.

 

Ætlanin er, at hon skal koma aftur til Føroyar í heyst, og tá fara tey at seta fleiri sjálvvirkandi myndatól upp fyri at vita, nær haran aftur skiftir frá lummarlitinum til vetrarlitin.

 

Niðanfyri eru nakrar av myndunum, sum eru tiknar við sjálvvirkandi myndatólunum.