Nær skal barnið í skúla?

Marjun Nielsen, sálarfrøðingur, og Johanna Lindenskov Joensen, námsfrøðiligur ráðgevi
-----

20. juni 2011 kom Fólka­skúla­ráðið við einum tilmæli um sernámsfrøði í Føroyum. Eitt av tilmælinum er, sum fyri­byrgjandi tiltak, at børnini skulu fara í 1. flokk eitt ár fyrr enn tey fara nú og hava møguleika fyri at ganga 11 ár í skúla. Hetta fyrsta árið skal ikki hava sama innihald sum núverandi 1. flokkur, men hava eina meira spælandi læru­tilgongd.
Á vári 2012 kom eitt til­mæli frá skúlastýrunum í Tórshavnar kommunu, sum somuleiðis mælir til, at børn­ini fara í skúla eitt ár fyrr.
Felagið heim og skúli hev­ur somuleiðis í lesara­brævi í Skúlablaðnum og í fjøl­miðlunum mælt til, at børn fara í skúla eitt ár fyrr.
Mikið kjak hevur í sein­astuni verið um, nær børnini í Føroyum skulu fara í skúla. Spurningurin er, um hesi tilmæli byggja á faklig atlit ella um tað er ein persónligur ella politiskur hugburður, sum ger seg galdandi?
Mentamálaráðið bjóðaði inn til eina ráðstevnu 10. mai 2010 í Norðurlandahúsinum, har tey vildu varpa ljós á og fáa eitt kjak um, nær børnini skulu byrja í skúla. Tríggir granskarar, Peder Haug, Niels Egelund og Ingmarie Munkhammar vístu á, hvat ymisk gransking vísti um hetta evni. Niðurstøðan var m.a., at granskingin vísir, at tað er hvørki verri ella betri at byrja í skúla eitt ár fyrr. Menningin hjá børnunum er ikki ávirkað av, nær tey byrja í skúla. At londini rundan um okkum hava valt at koyra børnini í skúla fyrr enn vit, er ikki fakliga grundað, men er ein politisk avgerð.
Sum fakfólk á økin­um kenna vit bæði skúla­skip­anina og dagstovnaøkið í Før­oyum, samstundis sum vit meta okkum at hava eina holla vitan um menningina hjá børnum.
Hyggja vit eftir skúla­skip­anini í Føroyum, so liggja stór­ar avbjóðingar í at geva næm­ingunum, sum eru í skip­anini í dag, eitt nøktandi skúla­tilboð. Samfelagið set­ir stór krøv til skúlan í dag, har øll børn skulu trívast og fak­liga fáa nakað burtur­úr. Hetta krevur, at skúlin veitir næm­ingunum næmingalagaða und­irvísing og heldur teim­um til í arbeiðinum. Vit hava fá sertilboð í Føroyum, flokk­arnir eru ofta stórir, sum oft­ast við fáum læraratímum og stuðulstímajáttanin røkk­ur langt frá til tað, sum skúl­arnir meta seg at hava tørv á fyri at kunna geva øllum børnunum eina góða undir­vísing. Teir fysisku karm­arnir, bæði innandura og uttan­dura á nógvum skúlum, eru trongir, sjálvt á teimum nýggju skúlunum, og ser­undir­vísingarhøli eru ring at fáa eyga á.
Børn sum eru 5 - 6 ára gom­ul, har vit skulu leggja dent á eina spælandi lærutil­gongd, hava tørv á hóskandi fysiskum kørmum bæði inni og úti, sum er laga til teirra tørv og menning. Flestu skúla­garðar og skúlastovur nøkta ikki henda tørvin í dag.
Børn hava tørv á nær­ver­andi vaksnum fólk­um. Veru­leikin er, at starvs­fólka­nor­mer­ingin á dagstovnaøkinum er betur enn á skúlaøkinum og gevur hetta betri for­treyt­ir fyri at børnini fáa hesa nær­veru. Flestu dagstovnar hava somuleiðis góðar fys­iskar karmar og rúma í dag børnum millum 0 og 7 ár.
Okkara ætlan er ikki at seta spurnartekin við tað ar­beiðið, sum verður gjørt á skúlum og dagstovnum í dag. Bæði lærarar og pedagogar gera eitt stórt og gott arbeiði á teirra øki. Vit seta hinvegin spurnartekin við, hvat henda politiska avgerðin og fakligu tilmælini at koyra børnini í skúla eitt ár fyrr, byggir á.
Hyggja vit eftir menn­ing­ini hjá børnum, so mennast og læra tey alt lívið, og henda spælandi lærutilgongdin at menna barnið til lívið fer fram longu frá barnið er føtt og enn tá áðrenn. At styrkja barnið sosialt, krops­liga, kognitivt, málsliga og per­sónliga er týðandi alt lívið bæði undan og eftir skúla­aldur. At geva barninum eina vitan um seg sjálvan og um verðina, er tað sum allur lær­dómur og víðari menning byggir á og henda menning er ikki avmarkað til eitt ávíst tíðar­skeið í lívinum.
Vit meta, at tað verður trupult hjá fólkaskúlanum undir núverandi umstøðum at taka ímóti 5 til 6 ára goml­um børnum, bæði viðvíkjandi hvussu skúlin er skipaður, nor­meringum, fysiskum kørm­um og tí fíggjarliga. Vit meta tí í verandi støðu, at vit heldur eiga at menna økið 0 til 7 ár, so at øll børn í Føroyum fáa eitt javnbjóðis tilboð. At tey fáa eina vitan um verðina og seg sjálvan og har tey trívast og mennast. At dentur verður lagdur á at seta orð á og samskifta við børnini um upplivingar og kenslur, at reflektera yvir verðina, seg sjálvan og onnur, at læra børnini at avlesa og samstarva við onnur, tolsemi, áhuga fyri bókstavum og bók­stavaljóðum, spæli­skriv­ing, at fáa tal- og mongd­ar­fatan, at savna seg um eina uppgávu, rørsluligar avbjóð­ing­ar, kreativitet osfr. Hetta tilboð skal verða eins fyri øll børn, so tað ikki er tengt at, hvar barnið býr ella hvat dagtilboð barnið hevur.
Vit eiga at menna okkara egna tilboð heldur enn at kopi­era aðrar skipanir fyri­litar­leyst, tí fyrimunurin við at vera eitt lítið land er, at tað er lætt at røkka út til øll børn í Føroyum. Her mæla vit til eina meira fleksibla skipan, heldur enn at koyra børnini í skúla sum 5 - 6 ára gomul, har tey skulu møta kl. 8 og har tað er møtiskylda. Um børnini eru á dagstovni til tey eru 6 - 7 ára gomul, skulu tey bert fyrihalda seg til eitt tilboð allan dagin og ikki fyrihalda seg til eitt skúla­tilboð nakrar tímar og eitt frítíðartilboð nakrar tímar.
Tankin um at hava eitt ávíst innihald fyri tey 5 - 6 ára gomlu er góður. Okkara uppskot er at víðka hetta til at hava eitt ávíst innihald til øll 0 til 7 ára gomul børn í Føroyum, so øll fáa eitt javn­bjóðis pedagogiskt tilboð við greitt defineraðum málum, har vit miðvíst og tilvita menna og styrkja børnini.
Sum nevnt hevur skúlin fleiri óloystar avbjóðingar at arbeiða við. At koyra fleiri børn inn í hesa skipanina og enntá yngri børn seta vit spurnartekin við. Hví skulu vit tyngja skúlan enn meira við at koyra ein árgang aftrat inn í skipanina? Gev heldur skúlanum møguleika til at loysa núverandi uppgávur, áðrenn vit leggja fleiri byrðar á teirra herðar.