Magnus Tausen
----
“Samanhangurin er altavgerandi, skal undirvísing í list hava nakra ávirkan“. Tað staðfestir Ann Bamford í stóru granskingarverkætlanini “List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum”. Staðfest verður, at hesin samanhangur er vánaligur í Føryum. Hetta er galdandi innanhýsis á barnagarðsøkinum, fólkaskúlaøkinum og miðnámsskúlaøkinum, og tvørtur um hesi fakmørk er so als eingin samanhangur.
Nú kjakið, um børn skulu í skúla 6 ára gomul ella ikki, enn eina ferð hevur tikið seg upp, verða fordómar, gransking uttan úr heimi osfr. tikin fram í próvførsluni. Seinasta “góða” grundgevingin var um eitt barn, sum misti glógvandi eyguni av lesikanningum, sum skúlaskipanin brúkar, tá ið hetta barnið gjørdist varugt við, at lesiførleikin var ikki nóg góður. Tað er tað, sum skúlaskipanin fær burturúr lesikanningum, varð sagt.
Eg meini tað! Sum um børnini ikki væl vita, júst hvussu tey eru fyri á øllum økjum borin saman við hini í flokkinum. Tey hava nógv betri radara enn so.
Og so vil næstformaðurin í Pedagogfelagnum vera við, at allir trupulleikar byrja, tá ið barnið kemur í 1. flokk. Somu børn, sum ongar trupulleikar høvdu í barnagarðstíðini. Ógvuliga áhugavert, tí var áðurnevnda barn í skipaðari mál- og lesitilgongd í barnagarðstíðini, hevði borið til at hjálpt longu tá, og so var kanska eingin trupulleiki nú, hann er vorðin stórur.
Hví verður sipað til útlendska gransking grundaða á fremmandar skúlaskipanir fyri at prógva síni sjónarmið, tá ið vit fáa ótespiligar sannleikar úr okkara egnu skipan so sum hesar úr granskingini hjá Bamford:
”Men no?gvir stovnar, sum vit vitjaðu, tulkaðu “fri?tt virksemi” sum spæl við ongari leiðbeining.”
Ella hetta: ”Allir stovnarnir høvdu go?ða u?tgerð, men hon bar alt ov ofta bra? av plastikkleikum og liðugt-gjørdum Disney li?knandi lutum, og umhvørvið var o?virkið og eggjaði ikki til skapandi spæl.”
Skúlaskipanin er ikki barnabúgvin, verður ført fram. Nei, tað er hon ikki, um grundarlagið skal vera “fría virksemið” úr barnagarðstíðini, so sum granskingin staðfestir. Júst munurin á hesum báðum skipanunum fær Bamford at staðfesta, at: “børnini súkkla í mótibrekku, tá ið tey byrja í skúlanum”. Eingin ynskir tað fyri børnini?
Samanrenning millum námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar er svarið, men tað krevur flytingar, og at ikki minst fakfeløgini sjálvi tora og vilja finna saman. Fleiri faklig eygu. Hvør við sínum, men í samanrenning. Og tað SKAL bera til, tí tað er við barninum og als ikki sær sjálvum í miðdeplinum, verður jú altíð sagt. Alt annað er eisini at gera seg inn á børnini – serliga tey veikastu. Tað er gíslatøka!
Nær og hvar børn skulu í skúla, er tí líka mikið, er innihaldið øll árini væl skipað, í støðugari menning og í samstarvi millum fakbólkarnar.