Nýnazistar ætlaðu at drepa Obama

Tveir nýnazistar, sum høvdu ætlað at drepa Barack Obama saman við 102 øðrum svørtum fólkum, eru handtiknir Amerikanska stjórnin sigur í kvøld, at hon í dag hevur forðað einari samansvørjing, sum skuldi kosta Barack Obama, amerikanska valevninum hjá Demokratunum, lívið.

Sambært tíðindastovuni AP skuldu 102 onnur svørt fólk eisini takast av døgum saman við Obama - antin við at verða skotin ella hálshøgd. Hetta skuldi alt fara fram í statinum Tennessee.

Fyrr í dag avdúkaði ein vitnisfrágreiðing, at løgreglusníkar hava tikið tveir nýnazistiskar skinheads, sum ætlaðu at ræna ein vápnahandil, við tí fyri eygað at leypa á ein skúla, har meginparturin av næmingunum eru svartir ella littir. Enn ov tíðliga at siga meira um málið.