Nú nærkast ein loysn á kreppuni hjá kommununum

? Eitt nýtt uppskot hevur fingið glið aftur á málið um at loysa skuldarkreppuna hjá teimum ringast staddu kommununum. Uppskotið fær góða undirtøku

Nú er glið aftur komið á málið um at loysa skuldarkreppuna hjá teimum ringast staddu kommununum.

Nakað fyri jól kom naggatódn í tað átrokandi málið at loysa skuldarkreppuna hjá teimum ringast staddu kommununum, og síðani hevur tað ligið mestsum í dvala.

Ósemjan stóðst av, at Býarfelagið og Kommunufelagið blivu ósamd um, hvussu spurningurin um kommunuskuldina skuldi loysast.

Høvuðsósemjan stóð um, hvørja lagnu kommunali veðhaldsgrunnurin skuldi fáa.

Býarfelagið vildi, at kommunuskuldin skuldi sanerast 81 milliónir, so at ongin kommuna kom at skylda meiri enn tríggjar álíkningar.

Landskassin skuldi betala 25 milliónir av saneringini og restin skuldi so takast úr kommunala veðhaldsgrunninum.

Landsstýrið hevur nevniliga boðað frá, at tað vil spjaða 25 milliónir til, fyri at loysa kreppuna við kommunuskuldina.

Kommunurnar skuldu so fáa sín part í tí kommunala veðhaldsgrunninum útgoldið at betala skuld niður við.

Síðani skulu tær samráðast hvør sær um eina nýggja avtalu, tá ið hendan avtalan, sum er, út.

Hinvegin helt Kommunufelgið, at tað var rættari at varðveita grunnin og at kommunurnar skuldu samráðast um eina nýggja lániavtalu í felag við grunninum sum eyka trygd.

Harafturat helt Kommunufelagið, at tað var skeivt at avskriva kommunala skuld, í hvussu so er í fyrstu atløgu.

Tær ringast staddu kommunurnar skuldu so heldur fáa stuðul úr veðhaldsgrunninum at betala skuld við.


Eitt nýtt uppskot av Tvøroyri

Men nú hevur eitt nýtt uppskot fingið gongd á aftur á málið.

Tað er býráðsformaðurin á Tvøroyri, Páll Vang, sum hevur snikkað uppskotið til.

Men síðani er tað góðtikið, fyrst av hansara egna býráði, men síðani eisini av býráðnum á Vági og í Fuglafirði.

Í felag hava hesi trý býráðini so lagt uppskotið fyri Býarfelag Føroya, sum eisini hevur góðkent tað.

Og mikudagin hevði stýrið í Kommunufelagnum fund um málið.

Vit hava tíverri ikki fingið fatur á formanninum í Kommunufelagnum, Jógvani K. Mørkøre.

Men aðrar keldur í Kommunufelagnum hava upplýst fyri okkum, at felagið tók partvís undir við ætlanini.

Men eftir hvat skilst, er munurin ikki størri enn so, enn at tað ber til at samráðast seg eina semju og ætlanin er so at fara til Landsstýrið við einum felags uppleggi frá kommununum.


Í trimum pørtum

Páll Vang sigur, at hansara uppskot er í trimum pørtum.

? Í fyrstu syftu verður hildið fast um, at kommunuskuldin verður sanerað 81 milliónir, so at ongin kommuna skylda meiri enn tríggjar álíkningar.

? Í aðru syftu verður hildið fast um, at landskassans partur av saneringini verður 25 milliónir, soleiðis, sum Landsstýrið áður hevur góðtikið tað.

? Í triðju syftu verður skotið upp, at tær kommunurnar, sum vilja, skulu fáa sín part í kommunala veðhaldsgrunninum útgoldnan.

? Hinvegin skulu tær kommunur lata sín part verða standandi í kommunala veðhaldsgrunninum, sum heldur vilja samráðast í felag um eina nýggja lániavtalu.

Tað er serliga tað triðja punktið, viðvíkjandi kommunala veðhaldsgrunninum, har uppskotið hjá Páll Vang brýtur frá teimum, sum hava verið frammi áður.

Páll Vang heldur, at hetta er ein millumloysn, sum kundi vunnið frama.

?Grundarlagið undir uppskotinum er, at tá ið kommunali veðhaldsgrunnurin varð stovnaður, varð sagt, at hann skuldi verða 5% av skuldini, sigur Páll Vang.

? Nú vita vit, at tær kommunurnar, sum vilja hava sín part í kommunala veðhaldsgrunninum útgoldnan, eru tær tríggjar størstu kommunurnar, Tórshavnar Kommuna, Klaksvíkar Kommuna, Runavíkar Kommuna, umframt Fuglafjaðar Kommuna.

? Vágur og Tvøroyri fáa onki útgoldið, tí tær verða saneraðar eftir hesum uppskotinum.

? Nú eg havi gjørt tað nýggja uppskotið, havi eg roknað út, at tá ið tær kommunur sum vilja hava tað, hava fingið sín part útgoldnan úr kommunala veðhaldsgrunninum, verður upphæddin, sum er eftir í honum um tvey ár, meiri enn 5% av skuldini hjá teimum kommununum, sum eru eftir í grunninum, tá ið uppskotið er sett fram.

? Tí skuldi hetta ikki á nakran hátt tikið grundarlagið undan tí kommunala veðhaldsgrunninum, og sostatt skuldi trygdin framvegis verið í lagi hjá teimum, sum vilja samráðast um eina felags lániavatalu.

Páll Vang sigur, at tá ið tað var nóg mikið at hava ein kommunalan veðhaldsgrunn til trygd, sum var 5% av kommunuskuldini í allar ringastu krepputíð, skuldi 5% eisini verið nóg mikið, nú tað aftur er farið at ganga framá í stórum í Føroyum.


Góðkent - partvís

Vit fingu, sum sagt, tíverri ikki fatur á formanninum í Kommunufelagnum.

Men aðrar keldur í Kommunufelagnum hava upplýst, at Kommunufelagið tók undir við teimum báðum fyrstu punktunum - at kommunuskuldin verður sanerað 81 milliónir, so at ongin kommuna skal skylda fleiri enn tríggjar álíkningar.

Kommufelagið kundi eisini ganga við til, at landsstýrið betalti 25 milliónir av saneringini, soleiðis sum tað áður hevur sagt seg sinnað til.

Men í tí triðja punktinum vildi Kommunufelagið ikki ganga uppskotsstillarunum heilt á møti við. Felagið vildi bara, at tær kommunur, sum vildu, kundu fáa helvtina útgoldið av tí, tær áttu í kommunala veðhaldsgrunninum.

Onnur, sum standa málinum nær, taka hetta sum eitt stórt framstig, tí nú verður hildið, at gongd kann koma á aftur samráðingarnar um kommunuskuldina.