Nú mugu vit halda frið í eina tíð

Eftir ein slíkan umgang, hava vit øll brúk fyri friði í eina tíð

Nú skulu ikki fleiri kollveltandi broytingar gerast í fiskivinnuni fyribils.

Tað heldur Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi, og framsøgumaður floksins í fiskivinnumálum.

Á Flokstingi hjá Tjóðveldi um vikuskiftið, vísti hann á, at við nýggju fiskivinnuskipanini er tað prinsippið knæsett, at fiskiríkdømið er ogn føroya Fólks, og tað er ikki til privat at spekulera við.

Og samstundis er tað knæsett, at fiskiríkidømið skal umsitast burðardygt, bæði lívfrøðilig og fíggjarligt.

Hann sigur, at samstundis ber nýggja fiskivinnuskipanin ísær, vit hava selja fiskirættindi á uppboði og hava fingið menningarkvotur, og sostatt eru dyrnar lætnar upp fyri, at fáa fleiri vinnulívsfólk upp í fiskivinnuna.

Og hann staðfestir, at tað er ómetaliga týdningarmikið, at Tjóðveldi kemur í samgongu aftur, tí eftir hansara tykki er Tjóðveldi einasta trygd fyri at fiskivinnuskipanin ikki verður sett úr gildi aftur, og at vit fara aftur til tað skipanina, vit hava havt.

Hinvegin heldur hann eisini, at nú er tað týdningarmikið, at vit stinga fingurin í jørðina og ikki gera gera fleiri kollveltandi broytingar í fiskivinnuni fyribils.

Hann sigur, at tað hevur leikað so hart á allastaðni, at nú hava øll brúk fyri frið eitt sindur, bæði politikarar og vinnulív.

Men kortini staðfestir hann, at tað verður neyðugt at gera ymsar rættingar í núverandi skipan.