- Tað var eitt groft álop á talufrælsið, tá stjórin í Almannverkinum, Petra Johnsdóttir Joensen, stutt síðani gjørt greitt fyri starvsfólkunum í eldrarøktini, at tað bert er stjórin, ið úttalar seg um sparingar í Almannaverkinum.
Tað sigur Maud Vang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum.
Hon heldur ikki, at tað broytir støðuna, at stjórin síðani hevur drigið nakað í land aftur, tí tað hevur uttan iva longu havt ætlaðu effektina.
- Allarflestu starvsfólkini í Almannaverkinum fara ikki at tora at úttala seg alment um nakað sum helst, tí tey óttast stjórans vreiði og møguliga at enda á einum svartalista.
Maud Vang Hansen heldur, at nú eigur politiski myndugleikin at sláa nevan í borðið og minna stjóran á, at vit liva í einum rættarsamfelagi, ið enntá sjálvt prýðir seg við spjaldrinum vælferðarsamfelag.
At hon, sum forkvinna í Føroya Pedagogfelag tekur sær tykni av, at stjórin í Almannaverkinum roynir at skerja talufrælsið hjá sínum starvsfólkum, er tí at hon óttist, at hetta kann smitta onnur almenn arbeiðsøki, eitt nú tað pedagogiska fakøkið, soleiðis at starvsfólk har heldur ikki tora at úttala seg.
- Tað vera sera neyðugt enn einaferð at gera greitt, at allir borgarar í landinum hava talufrælsi, og enntá taluskyldu, tá ið órættur verður framdur, ella okkurt skilaleyst fer fram, eisini tá tað táttar í vegna sparingar, sigur Maud Vang Hansen.
- Pedagogar og starvsfólk eiga at vera vaktundar og gera sítt til at tryggja, at borgarin hevur tað gott og at dagligdagurin er tryggur.
- Talifrælsi, sum verður mett sum ein hornasteinur undir einum upplýstum, demokratiskum samfelag, er sanniliga eisini galdandi fyri almenn starvsfólk.
Hon veit væl, at tað finnast undantøk, har loyalitetsskyldan kemur fram um talufrælsið.
- Men hetta er bert galdandi í heilt fáum førum og bara fyri fólk tætt at hægsta, avgerandi valdinum. Og tað var ikki adressan, tá stjórin í Almannaverkinum skrivaði sítt bræv, sigur forkvinnan í Pedagogfelagnum.










