Nú mugu foreldrini betala alt sjálvi

Stendur landsstýrið fast við sítt, noyðast vit at betala alt sjálvi, tí tað ber ikki til at svíkja barnafamiljurnar

Áki Bertholdsen


? Kommunan kann ómøguligt sleppa øllum barnafamiljunum uppá fjall. So um landsstýrið heldur fast við sítt um ikki at játta meiri enn 1,5 millión til barnaansingarpláss komandi ár, noyðist kommunan at betala alt sjálv.

Elin Lindenskov, limur í sosialu nevnd hjá býráðnum, veit ikki enn, hvørjar avleiðingar tað fær, at landsstýrið er lopið frá sínum lyftum og bara vil játtað 1,5 millión til barnaansing komandi ár, ístaðin fyri minst fimm milliónir, sum tað lovaði kommununum fyri einum góðum ári síðani, eins og greitt er frá í greinini omanfyri.

Býráðið í Havn hevði annars nógv jørn í eldinum á barnaansingarøkinum.

? Vit ætlaðu at seta 127 barnaansingarpláss á stovn komandi ár. Barnaansing skuldi m.a. verða í nýggju býlingshúsinum inni á Gøtu, í Sjónleikarhúsinum, umframt at ætlanin var at útbyggja fleiri býlingshús so at pláss verður fyri fleiri børnum í teimum eisini.

Men í alt røkkur játtanin hjá landsstýrinum bara til 50 pláss- um alt landið.


Vit mugu ikki svíkja barnafamiljurnar

Elin lindenskov sigur, at hon nú setir sítt álit á, at løgtingið broytir avgerðina hjá landsstýrinum so at meiri pengar kunnu verða settir av til barnaansing-og gjørdar avtalur kunnu haldast.

? Men heldur samgongan við sítt, noyðist kommunan at finna útvegir fyri at fíggja alla barnaansininga sjálv.

? Tí vit kunnu ómøguligt sleppa øllum barnafamiljunum uppá fjall, sigur hon.

Hon sigur, at tað er ein vanlukka fyri kommununa, og barnafamiljurnar, um løgtingið ikki tekur um endan og tekur landsstýrið av ræði í hesum máli.

? Í løtuni eru heili 358 børn á bíðilistanum hjá býráðnum til at fáa ansingarpláss.

? Men eftir ætlanini hjá landsstýrinum fáa vit bara pláss fyri nøkrum heilt fáum, tí landsstýrið vil bara játta fígging til 50 pláss um alt landið.

? Avtalubrotið hjá landsstýrinum er tí ein ólukka fyri kommununa og foreldrini, sigur hon. Fær landsstýrið sín vilja, og kommunan onki ger, fær tað sostatt tað álvarsligu avleiðing, at bíðilistarnir fara at longjast heilt upp um høvdið á okkum. Tað fer eisini at føra nógv øktar sosialar útreiðslur við sær, tí fólk sleppa ikki til arbeiðis, tá ið tey ikki fáa børnini passað.


Vit mugu spara aðrastaðni

Elin Lindenskov sigur at tað tí verður neyðugt, at kommunan heldur á við arbeiðnum at útvega fleiri ansingingarplás, hvussu víkir og vendir.

? Tvs, at vil landsstýrið ikki betala, má kommunan finna útvegir fyri at betala alt sjálv.

Tað vil so aftur siga, at tað verða foreldrini, sum noyðast at betala alt sjálvi.

? Men tað merkir so aftur, at tað verður neyðugt hjá kommununi at spara taka pengarnar aðrastaðni frá.

?Sostatt verður neyðugt at spara á øðrum økjum fyri at fáa ráð til at útvega ansingarplássini.

Elin Lindenskov sigur, at hon hevur ikki gjørt sær greitt, hvar tað kann sparast.

Men hon heldur, at tað er nokk so sjálvsagt, at spurningurin um kontantgjaldið verður tikin upp til nýggja viðgerð.

Talan er um 1,8 millión, sum er sett av til foreldur, sum vilja ansa børnini heima, og Elin Lindenskov heldur, at tað verður neyðugt hjá kommunum at umhugsa at taka tað avaftur, fyri at fáa ráð til fleiri ansingarpláss, um landsstýrið annars heldur fast við ikki at játta meiri enn 1,5 millión til barnaansing um alt landið. Restin av pengunum má so takast frá øðrum økjum, sigur hon.

Vit fingu tíverri onga viðmerking frá Helenu Dam á Neystabø.