Tá ið vit fingu eina krabbameinsætlan í 2009, vóru tað mong, sum væntaði, at hon fór at fáa somu lagnu, sum so nógvar aðrar góðar og vælmeintar ætlanir, nevniliga, at hon endaði í eini skuffu í Tinganesi og sá ikki dagsins ljós aftur.
- Tað er ikki yvir at dylja, at hesum stúrdu vit eisini fyri, sigur Jákup N.Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum.
Men nú má hann ásanna at allur ivi varð gjørdur til skammar.
- Tað hevur gingið nógv betri enn væntað at seta øll tilmælini í krabbameinsætlanini í verk, sigur hann.
Talan var um eina trý ára ætlan við heili 58 átøkum, sum mælt varð til, skuldu setast í verk í árunum 2010-2012.
Í hesum sambandi varð ein tvørfakligur stýrisbólkur settur í verk at fylgja við, at tilmælini vórðu sett í verk.
- Stýrisbólkurin hevur verið avgerðandi, tí hann hevur verið mannaður við fakfólki, sum øll hava áhuga í, at tiltøkini vórðu sett í verk, sum ætlað.
Jákup N. Olsen sigur, at úrslitið er, at tað hevur gingið so mikið væl at seta øll tilmælini í verk, at eftir handara tykki eiga vit longu nú at leggja lunnar undir eina nýggja krabbameinsætlan, sum skal føra okkum enn longur fram á leið, sigur Jákup N. Olsen.
Hann sigur, at tað er fyrst og fremst tiltøkununum í Krabbameinsætlanini fyri at takka, at tað hevur verið tann framburður, sum hevur verið á krabbameinsøkinum.
Fyribyrgjandi tiltøk
Hann sigur í eini nýggjari krabbameinsætlan, eigur høvuðsdenturin at verða lagdur á fyribyrgjandi tiltøk.
Men annars skulu tilmælini í ætlanini frá 2009, endurskoðast og dagførast við tí nýggjasta innan viðgerð og røkt.
Eitt fyribyrgjandi tiltak, hann hugsar um í hesum føri, eru fleiri tilboð um regluligar kanningar fyri ymisk sløg av krabbameini.
Men onnur tiltøk, hann hugsar um, er at banna ungum undir 18 ár at brúka solarium, at avmarka nýtsluna av rúsdrekka og, ikki minst, at banna royking í Føroyum.
- Vit taka av fullum huga undir við, at tað í longdini skal vera bannað at roykja í Føroyum, sigur Jákup N. Olsen.
Hann staðfestir, at fleiri lond hava sett sær sum aðalmál at verða fullkomiliga roykfrí um nøkur ár.
- Tað er avgjørt eisini eitt mál, vit eiga at seta okkum, sigur formaðurin í Krabbameinsfelagnum.
- Tað er eitt mál, Krabbameinsfelagið leingi hevur trýst á at fáa framt og at forboðið um royking á almennum støðum kom, tá ið tað kom, er eitt úrslit av trýsti frá Krabbameinsfelagnum, annars hevði tað ikki komið tá.
Hann heldur slett ikki, at tað er veruleikafjart. Tað er bara at hugsað um, hvussu nógv hugburðurin til royking er broyttur hesi seinastu árini, sigur hann.
Ikki ósamdur
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, er ikki ósamdur í, at tað er rætt at gera eina nýggja krabbameinsætlan.
- Vit hava eitt ógvuliga gott samskifti við Krabbameinsfelagið, tí tey duga tað sjáldama kynstrið at halda í oyruni á politiska myndugleikanum, men á ein positivan hátt.
- So so tá ið tey føra nakað fram, lurta vit altíð við áhuga, sigur Karsten Hansen.
Hann er eisini samdur í, at tann næsta krabbameinsætlanin eigur at leggja størsta dentin á fyribyrging.
Landsstýrismaðurin sigur, at allur hesin spurningurin verður tikin upp í summar og í heyst, tá hann fer at leggja eina frágreiðing um at nýskipa heilsuverkið fyri Løgtingið at hava aðalorðaskifti um.
Hvat uppleggið verður, vil hann einki siga um, tí nú sita fakfólk og snikka tað til og hann vil ikki siga nakað, fyrenn hann hevur hoyrt allar partar.
Men ein høvuðstáttur verður at leggja størri dent á fyribyrging og at styrkja kommunulæknaskipanina til at átaka sær fleiri uppgávur á heilsuøkinum.
- Tað, vit miðja fram ímóti, er, at sjúkrahúsini skulu taka sær av teimum truplu tilburðunum og kommunulæknaskipanin skal styrkjast til at átaka sær fleiri uppgávur.
LES EISINI GREININA: UPPLÝSING BJARGAR FLEIRI MANNALÍVUM